Kunngerðin um uppboðssøluna í gildi 1. apríl

Kunngerðin um uppboðssøluna í gildi 1. apríl
22 fiskasløg, so sum botnfiskur og uppsjóvarfiskur, eru nevnd í kunngerðini um, at allur fiskur skal um bryggjukant í Føroyum og um uppboðssøluna
 
28.03.2018 - 09:17

Kunngerðin um, at minst ein fjórðingur av øllum veiddum fiski skal seljast á uppboði, kemur í gildi sunnudagin 1.apríl. 

22 fiskasløg, so sum botnfiskur og uppsjóvarfiskur, eru nevnd í kunngerðini um, at allur fiskur skal um bryggjukant í Føroyum og um uppboðssøluna.

Kunngerðin sigur, at í minsta lagi 25% av allari veiðu, umroknað til runda vekt hjá føroyskum fiskifari í einum ári, skal bjóðast út um góðkenda uppboðssølu í Føroyum.

Undantikin hesi treyt eru tó veiðirættindi keypt á uppboðssølu.

Uppboðssøluárið 2018 byrjar tó 1.apríl og ikki 1.januar.

Kunngerðin hevur eisini revsiheimild eftir lógini um, hvussu sjófeingið skal umsitast - tað er nýggja fiskivinnulógin.

Vørn kann alt fyri eitt taka aftur rættin til at reka vinnuligan fiskiskap, um kunngerðin verður brotin.

Rætturin at reka vinnuligan fiskiskap kann takast aftur - upp til fýra vikur hvørja ferð.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 21. apríl
Morgunlestur týsdagur 21.apríl 2026
207135
Mánadag 20. apríl
B68 gjørdi bart
207296
Mánadag 20. apríl
Morgunlestur mánadagur 20.apríl 2026
207134
Sunnudag 19. apríl
Ættirnar syngja og suða
207267
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 21. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
207347
Mánadag 20. apríl
Veðrið
207325
Sunnudag 19. apríl
Andaktin við Hjalmari Waag Arge
207266
Sunnudag 19. apríl
Guðstænasta úr Vágs kirkju
207263
Leygardag 18. apríl
Fótbóltur: HM-undansending
207254