DNO keypir fyri 600 milliónir av Faroe Petroleum

DNO keypir fyri 600 milliónir av Faroe Petroleum
Oljufelagið DNO hevur í dag keypt part av Faroe Petroleum fyri 600 milliónir danskar krónur.
Mynd: Faroe Petroleum  
 
04.04.2018 - 11:22

Oljufelagið DNO hevur í dag keypt part av Faroe Petroleum fyri 600 milliónir danskar krónur. Tað skrivar heimasíðan E-24.

Og fyri hesar 600 milliónirnar fær DNO 15,37% av partabrøvunum í Faroe Petroleum.

DNO, sum millum annað eigur í leitiloyvum í Bretlandi, Noregi og í Irak, ætlar sær at vaksa um sítt virksemi í Norðsjónum.

Í fráboðan um keypið sigur felagið, at tað hevur keypt part í Faroe Petroleum við framtíðini í huga. Faroe Petroleum hevur málrættað sítt virksemi til leiting í Noreg og Bretlandi.

Og tað var eisini í morgun, at Faroe Petroleum boðaði frá, at tey og teirra samstarvsfelagar hava funnið gass í Iris og Hades-brunnunum í Norðurhavi. 

Sysla Offshore skrivar, at talan kann vera um serstakliga stórar nøgdir.

- Hetta kann vera ein tann størsta nøgdin, sum funnin er í Norðurhavi seinastu árini, sigur Eldbjørg Vaage Melberg frá norska Oljudirektorarinum.

- Bæði úrslitini eru betri, enn vit høvdu væntað frammanundan, og hetta styrkir okkara støðu, sum longu ER góð í Norðurhavi, sigur Helge hammer, stjóri í Faroe Petroleum í Norra, sambært Sysla Offshore.

OMW Norge hevur 30 prosent av verkætlanini, Faroe Petroleum 20 prosent, Statoil 40 og Spirit Energy 10 prosent.

Tað var Deepsea Bergen, sum boraði, skrivar Sysla Offshore.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Leygardag 24. oktober
Upp á tá - 231026
215309
Leygardag 24. oktober
Radio Stjernekilde V - Partur 3
215229
Fríggjadag 23. oktober
Vikuskiftið 23 okt 2026
215288
Fríggjadag 23. oktober
2. partur
215278
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215308
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215306
Fríggjadag 23. oktober
Mentanarvirðislønir landsins 2026
215302
Fríggjadag 23. oktober
Veðrið
215286