Skip eiga at sleppa at landa uttanlands

Skip eiga at sleppa at landa uttanlands
Felagið Línuskip mælir til, at tað aftur skal verða loyvt at landa 25 prosent av veiðini uttanlands. 
 
08.04.2018 - 15:46

Í sínum viðmerkingum til broytingarnar í lógini um sjófeingi, sum landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum hevur lagt fram, sigur Felagið Línuskip, at tað eigur at vera loyvt skipum at landa ein part av veiðini uttanlands. 

25 prosent skulu kunnu landast uttanlands, og tíðarskeiðið, sum roknað verður fyri, skal vera seks ella 12 mánaðir, í staðin fyri fýra mánaðir.

Hýsa verður ikki, ella nærum ikki, virðisøkt á føroyskum virkjum. Tí er einki arbeiðspláss í vanda, um hýsa ikki verður landað í Føroyum, sigur felagið.

 

Forboð ávirkar prísin

Eisini er vandi fyri lægri prísi í Føroyum, um skipini ikki hava møguleika at selja aðrastaðni.

Felagið Línuskip hevur verið í vinnunevndini og sagt sína hugsan um broytingarnar í lógini um sjófeingi, sum landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum hevur lagt fram.

Felagið Línuskip mælir til, at kvotan í Eysturgrønlandi verður útlutað sum eginkvota, ella kvota við hámarki, fyri skipini, sum fiska hana.

Tað skal verða loyvt skipum at fiska undir Føroyum og á leiðum uttan fyri føroyskt øki á sama túri, og Føroyabanki skal lata upp fyri vinnuligum fiskiskapi.

 

Flemish Kap ein bati

Felagið sigur, at tað er ein bati, at Flemish Kap er markaður til línuskipini, økta toskakvotan í Ísland er gott í ískoyti eins
og kvotan í Eysturgrønlandi.

Men kvotaskipan hóskar ikki til fiskiskap undir Føroyum.

Felagið Línuskip minnir eisini politikararnar á, at línuflotin er gamal. 

Elsta línuskipið í eldra partinum av flotanum er frá 1959. Í yngra partinum er elsta skipið frá 1975. 

Miðalaldurin fyri allan línuflotan er 42 ár.

Flotin hevur 240 ársverk á sjónum og 160 á landi, vísir uppgerðin hjá Felagnum Línuskip. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 17. februar
RagnarRokk: René Berthiaume um Equinox
204332
Týsdag 17. februar
Morgunlestur týsdagur 17.februar 2026
204088
Mánadag 16. februar
Við Tórði á túri á Setrinum - (3:3)
204296
Mánadag 16. februar
Norðurljóð: STORM um Lullaby
204183
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 16. februar
Veðrið
204304
Sunnudag 15. februar
Guðstænasta í Havnar kirkju.
204257
Sunnudag 15. februar
Andakt
204252
Sunnudag 15. februar
Stjørnan í triðja parti
204279
Leygardag 14. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
204223