Kanna føroyskar svimjarar

Kanna føroyskar svimjarar
Svimjisambandið og Fróðskaparsetrið fara nú undir at gera regluligar kanningar av føroyskum svimjarum við vónini um enn betri úrslit
Mynd: svimjing.com  
 
10.04.2018 - 11:29

Svimjisambandið og Fróðskaparsetrið fara nú undir at gera regluligar kanningar av føroyskum svimjarum.

Sambært felags tíðindaskrivi er talan um at menna eina røð av standard-testum, sum við hátøkniligari útgerð skráseta hvønn metur, sum útvaldu svimjararnir svimja, við útgreining av øllum møguligum lutum so sum svimjigrein og ferð, armtakslongd, orku í avsetti og metrar svomnir undir vatni.

Verkætlanin verður gjørt í samstarvi við granskingardepilin iNOVA og universitetið í Keypmannahavn, og hon fer at kosta 1,2 milliónir krónur tilsamans næstu fýra árini.

Altjóða svimjisambandið FINA stuðlar verkælanini við eini helvt, meðan Svimjisambandið rindar hina helvtina.

Magni Mohr, ph.d. og lektari í Human Fysiologi á Fróðskaparsetri Føroya, og Nikolaj Nordsborg, ph.d. og lektari í Human Fysiologi á Københavns Universitet, standa á odda fyri verkætlanini saman við Juan Jaime Arroyo Toledo, sum er høvuðsvenjari hjá Ægi og ph.d. í ítróttarvísindum.

Svimjisambandið fegnast um stuðulin frá FINA og metir átakið at vera eitt kærkomið stig á leiðini at skipa landsliðsarbeiðið við útgerð og royndum, sum kunnu hjálpa føroyskum svimjarum til enn betri úrslit.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025