Methøg elframleiðsla úr vindorkuni

Methøg elframleiðsla úr vindorkuni
Fyrsti ársfjórðingur hilnaðist sera væl í vindmyllulundunum í Húsahaga og Neshaga, upplýsir SEV
 
11.04.2018 - 08:34

Mylla tvey í Neshaga gjørdi slakar 400 Megawatttímar í mars í ár. Tað er met. 

Gamla metið er frá november í fjør. 

Øll vindmyllulundin í Neshaga setti eisini nýtt met í mars í ár.

Gamla metið var frá desember 2014.

Eisini í Húsahaga hevur úrtøkan úr vindorkuni verið framúr góð fyrsta ársfjórðingin. 

98 prosent av vindorkuni vórðu fingin til høldar í Húsahaga fyrstu tríggjar mánaðirnar í hesum árinum, og tað er eisini met.

Heri Mortensen, deildarstjóri hjá SEV, vísir á, at í Húsahaga er battarískipanin høvuðsorsøkin til, at so nógv elorka fæst burtur úr vindorkuni. 

51 prosent av streyminum, sum SEV gjørdi í fjør, kom úr vatni og vindi.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 4. november
Skratsj 4. novembur 2026
215925
Mikudag 4. november
Mono - 90'ini undir lupp (1:4)
215920
Týsdag 3. november
Tá minan brast á skúlaloftinum í Dali
215840
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860