- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fleyr: Vit eru favorittur
Hósdagin eru fyrru FM-finalurnar í flogbólti hjá kvinnum og monnum.
Hjá kvinnunum spæla Fleyr og KÍF.
Venjarin hjá Fleyr, Kristian Mikkelsen, sigur, at hansara spælarar mugu taka favorittleiklutin á seg
-Vit liva við leiklutinum at vera favorittar, men vit hava sera stóra virðing fyri KÍF, sigur Kristian Mikkelsen.
Hann verður tó vónbrotin um Fleyr, sum longu hevur vunnið steypakappingina, ikki eisini vinnur FM.
- Málið er heilt greitt hjá okkum. Vit fara eftir greipuni. Tað sigur seg sjálvt, tá vit liggja so langt fremst nú grundspælið er liðugt og bara finalurnar eru eftir.
-Men tá tað er sagt, so vænti eg tvær javnar finalur, sigur Kristian Mikkelsen
Vunnu grundspælið greitt
Kristian Mikkelsen er diplomatiskur, tá hann leggur tekstin út, nú finalurnar í kvinnuflogbólti skulu spælast í morgin og leygardagin.
Hansara lið endaði grundspælið við 42 stigum, sum er 17 stig fleiri enn KÍF fekk.
- Tað forpliktar sjálvandi, tá man er so langt frammanfyri mótstøðuliðið í finaluni.
-Men talan er ikki um nakra lætta uppgávu, tí nú grundspælið er liðugt verður alt 0-stillað undan finaluni, og tí hava vit slett einki at geva av.
Virðing fyri KÍF
Venjarin hjá KÍF leggur dent á, at hann hevur virðing fyri KÍF.
- Vit vita, at KÍF hevur eitt gott lið, og tær góvu okkum eisini ein skarpan gang í seinasta landskappingardystinum, sum vit leiktu í Kollafirði.
-Men hyggja vit eftir úrslitunum hjá teimum í ár, so síggja vit, at tær hava klárað seg sera væl á heimavølli og minni væl á útivølli.
-Tí skulu vit gera okkum dælt av, sigur Kristian Mikkelsen.
Beinleiðis í kringvarpinum
Kringvarpið stroymir finalurnar hjá kvinnum og monnum beinleiðis bæði hóskvøldið og leygardagin
Hósdagin 12.04.2018 | 18.00 | Fleyr-KÍF (kv.) |
Hósdagin 12.04.2018 | 20.00 | ÍF-Mjølnir (m.) |
Leygardagin 12.04.2018 | 13.30 | Fleyr-KÍF (kv.) |
Leygardagin 12.04.2018 | 16.00 | ÍF-Mjølnir (m.) |