USA, Bretland og Frakland hava lopið á Sýria

14.04.2018 - 10:59
Útheimurin
USA, Bretland og Frakland hava lopið á Sýria
Amerikanski forsetin segði í røðu, at álopið er eitt aftursvar upp á tað, sum hildið verður at vera kemisk álop á sýriska býin Douma.

USA og teirra sameindu eru sannførd um, at sýriski leiðarin Bashar Assad tilvitað leyp á sítt egna fólk við evnafrøðiligum vápnum.

- Hetta eru ikki gerðir, framdar av einum manni, hetta eru brotsverk hjá einum ódjóri, segði Donald Trump í røðuni.

NATO stuðlar álopinum

NATO-aðalskrivarin Jens Stoltenberg hevur boðað frá, at NATO stuðlar álopunum. 

- Vit kunnu ikki góðtaka, at evnafrøðilig vápn verða nýtt og tey, sum hava ábygd av hesum, mugu standa til svars fyri tað, sigur Jens Stoltenberg millum annað sambært altjóða miðlum.

Miðlar skriva eisini, at franska, bretska og amerikanska stjórnin hava váttað, at málið var at raka støð, sum goyma evnafrøðiligu vápnini hjá Sýria.

Sýriska eygleiðaradeildin av mannarættindum, sum fylgir við gongdini í Sýria, sigur, at ein ransóknarstova ella laboratiorum og fleiri hernaðarstøðir eru raktar av álopinum í nátt.

Trump endaði sína røðu í nátt við eini áheitan til amerikanska fólkið, um at biðja fyri amerikanska herinum og teirra sameindu.

 

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV