USA tekur allar herdeildir úr Sýria

USA tekur allar herdeildir úr Sýria
Donald Trump, forseti í USA, hevur tikið avgerð um, at allar amerikanskar herdeildir í Sýria, nú skulu takast heim.
 
20.12.2018 - 09:50

Orsøkin, sambært amerikanska forsetanum, er tann, at Islamiski Statur hevur tapt kríggið, og tí er eingin orsøk hjá amerikanarum longur at verða í Sýria.

Fleri amerikanskir politikkarar bæði republikanar og demokratar finnast at avgerðini. Tey siga, at um herdeildir fara úr Sýria nú, kann tað hava við sær, at Islamiski Statur fær líkindir at vaksa aftur. Ein grundgeving, ið fleiri útlendskar stjórnir taka undir við.

Millum annað sigur bretska stjórnin, at Islamiski Statur framvegis er ein hóttan, og at fult tamarhald er framvegis ikki á støðuni í Sýria.

Hinvegin hevur eitt nú Russiska stjórnin tikið undir við avgerðini, at amerikanarar fara úr Sýria. Við hesum verður gjørligt at finna ein politiska semju, siga talsfólk fyri russisku stjórnina.

Hildið verður tó, at russar nú síggja sær ein møguleika sjálvir at økja um sína ávirkan í Sýria. Russland hevur tætt tilknýti til forsetan í Sýria, Bashar Al-Assad.

2000 amerikonsk herfólk eru í Sýria.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 3. juli
Vikuskiftið 3. juli 2026
210491
Fríggjadag 3. juli
HM-tíðindi 3. juli 2026
210478
Fríggjadag 3. juli
Morgunlestur
210452
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. juli
Veðrið
210489
Mikudag 1. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210384
Týsdag 30. juni
Veðrið
210360