- Sambandsflokkurin er ov afturhaldin

14.04.2018 - 11:47
InnlendisPolitikkur
- Sambandsflokkurin er ov afturhaldin
Ungmannafelagið hjá Sambandsflokkinum heldur, at Sambandsflokkurin ger alt ov lítið fyri at liberalisera og modernisera føroyska samfelagið.

Nýggja nevndin í ungmannafelagnum hevur nú skipað seg, og tey vilja halda eina aðra liberala kós enn móðurflokkurin.

Forkvinna í Unga Sambandinum er Linnéa L. Petersen, og hon heldur, at Sambandsflokkurin ger alt ov lítið fyri at liberalisera og modernisera føroyska samfelagið.

- Í mun til grannalondini eru fleiri mál, har vit ikki hava nakra støðutakan. Eg haldi, at hetta er ein spurningur um ikki at sigla afturút í mun til grannalondini, sigur hon.

Nøkur mál hava týdning

Tað eru nøkur ávís mál, sum hava týdning fyri tey ungu í Sambandsflokkinum.

At fáa øl og vín í handlarnar er eitt, og at endurskoða halgidagslógin er eitt annað. Eisini skulu samkynd sleppa at geva blóð.

- Vit halda tað, at blóðið er líka reytt hjá einum samkyndum, sum hjá einum hinskyndum persóni, sigur hon.

Unga Sambandið heldur eisini, at vit eiga at loyva aktivari deyðshjálp í Føroyum.

Vilja varðveita ríkisfelagsskapin

Sjálvt um tey ungu í Sambandsflokkinum vilja halda eina aðra liberala kós enn móðurflokkurin, so er støðan til ríkisfelagsskapin tann sama.

- Ja, vit vilja gjarna varðveita ríkisfelagsskapin, og vit halda tað vera gott at vera í einum felagsskapi heldur enn at standa einsamøll, sigur forkvinna í Unga Sambandinum.

Nýggja nevndin hevur onga støðu til stjórnarskipanina, sum nú er í løgtinginum, tí tey hava ikki umrøtt tað málið enn. 

 
Er kopiera

Sí eisini

Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 11. mai
Status eftir 9. umfør
208190
Mánadag 11. mai
Morgunlestur mánadagur 11.mai 2026
208057
Sunnudag 10. mai
Guðstænasta í Kvívíkar kirkju
208155
Sunnudag 10. mai
Bolero
208154
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 11. mai
Veðrið
208210
Mánadag 11. mai
Kakumiks 2 (7:7) - teknmálstulkað
208194
Sunnudag 10. mai
Møti úr Lívdini í Hoyvík
208164
Sunnudag 10. mai
Misery
208162
Sunnudag 10. mai
Andaktin
208158