ST vil ikki fordøma álopið á Sýria

ST vil ikki fordøma álopið á Sýria
Tað eydnaðist ikki Ruslandi at fáa trygdaarráðið hjá ST at fordøma álopið á Sýria í gjáramorgunin, sum USA, Bretland og Frakland stóðu fyri.
 
15.04.2018 - 09:55

Russland vildi hava trygdarráðið saman, men tá samanumkom atkvøddu bert Russland, Kina og Bolivia fyri at fordøma álopið.

Átta lond atkvøddu ímóti uppskotinum, sum Russland hevði gjørt, og fýra lond atkvøddu ikki.

Neyðugt er við níggju atkvøðum fyri, um eitt uppskot skal vera samtykt í trygdarráðnum hjá ST.

Amerikanska verjumálaráðið upplýsti í gjár, at allar rakettirnar, sum vórðu sendar ímóti Sýria, raktu síni mál, og endamálið við teimum var at oyðileggja verksmiðjur, har eiturevni verða gjørd.

USA, Frakland og Bretland nýttu skip, ein kavbát og stríðsflogfør til at senda tær 105 rakettirnar, ið skuldu gera enda á eiturverksmiðjunum í Sýria, og atsóknin eydnaðist til fulnar, sigur amerikanska verjumálaráðið.

Samstundis sum trygdarráðið umrøddi álopið í Sýria í gjár, vóru fólk frá stovninum sum hevur eftirlit við eiturvápnum á veg til Douma í Sýria, har tey skulu royna at fáa greiðu á, hvat tað var fyri eiturvápn, sum vórðu nýtt í sýriska býnum, Douma, farna vikuskifti, og sum gjørdi av við minst 40 fólk.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 10. juli
HM-tíðindi 10. juli 2026
210774
Fríggjadag 10. juli
RagnarRokk: Oskar Cedermalm um Masterflow
209119
Hósdag 9. juli
RagnarRokk 9.juli 2026
209721
Hósdag 9. juli
RagnarRokk: Mickey Dee um Lex Legion
209720
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. juli
Veðrið
210618
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf gentur 17-18
210523