Vilja banna ballónir við helium á tjóðardegnum

Vilja banna ballónir við helium á tjóðardegnum
NRK skrivar, at fleiri býir halda, at ballónirnar eru ringar fyri umhvørvið, og at tað tí ikki verður loyvt at selja tær á norska tjóðardegnum
Mynd: Rainer Prang / NRK  
 
17.04.2018 - 13:02

Vit kenna tær á ólavsøku, litføgru heliumsballónirnar, og tað gera norðmenn eisini á teirra tjóðardegi.

Men tá norðmenn um ein mánað fara at hátíðarhalda tjóðardagin, verða tær veælkendu ballónirnar við heliummi ikki at síggja í mongum kommunum.

NRK skrivar, at eitt vaksandi tal av býum halda, at ballónirnar eru ringar fyri umhvørvið, og at tað tí ikki verður loyvt at selja tær.

- Vit vilja ikki hava sølu av heliumsballónum. Ov nógv dálking er av teimum, sigur Egil Olsen, formaður í 17. mai-nevndini í Stavanger við NRK.

- Missur tú eina ballón, ja, so endar hon vanliga á sjónum, sigur hann.

Tað sama siga Bergen, Haugesund og Tromsø: ongar heliumsballónir skulu seljast á kommunalari grund á tjóðardegnum.

Í Tróndheimi hevur býráðið tó avgjørt, at loyvt er at selja tær, men so skulu ballónirnar hava eitt lodd í endanum, so tær ikki fara á flog og elva til dálking. Í Oslo fara tey at viðgera ballónmálið 25. apríl, skrivar NRK.

Ballónir verða tó til keyps, men við luft í.

Umhvørvisflokkurin, Tey Grønu, hevur skotið upp at seta bann fyri sølu av ballónum við' heliummi.

- Fólk flest eru troytt av flúgvandi plastdálking, sigur Rasmus Hansson úr grøna flokkinum við NRK.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 14. oktober
Mono
214735
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595