Jamie Oliver á húsagang

Jamie Oliver á húsagang
Sambært bretskum miðlum er skuldin hjá fyritøkuni hjá Jamie Oliver umleið 800 mió. kr., og skyldar hann starvsfólkunum 2,2 mió. pund.
 
18.04.2018 - 13:58

Kendi bretski kokkurin, Jamie Oliver, er við at fara á húsagang.

Hann tók herfyri stig til fleiri nýggjar matstovur í Australia, men tann royndin endaði, áðrenn hon byrjaði. Flestu matstovurnar eru longu stongdar, og tær sum eftir eru, eru seldar til fyritøkuna Hallmark, sum ætlar at reka tær víðari og nýta navnið, Jamie Oliver.

Sunday Times skrivaði herfyri, at skuldin hjá fyritøkuni hjá Jamie Oliver í Bretlandi er  umleið 800 milliónir krónur, og at hann skal skylda starvsfólkunum 2,2 milliónir pund.

42 ára gamli Jamie Oliver gjørdist kendur í 1999, tá hann fór at gera matsendingar fyri BBC. Matsendingarnar vóru øðrvísi enn tær, sum høvdu verið frammanundan, og Jamie Oliver gjørdist sera kendur um allan heimin.

Hallmark, sum eisini er eitt kent felag, sum eigur nógvar matstovur, sigur seg fara at samstarva við Jamie Oliver um virksemið hjá honum í Bretlandi.

Fleiri av matstovunum hjá Jamie Oliver í Bretlandi eru stongdar, og tað verður gjørt í eini roynd at bjarga felagnum hjá kenda kokkinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952