Lættari hjá eldri at varveita koyrikort

Lættari hjá eldri at varveita koyrikort
Eldri bilførarar fara kanska at sleppa undan at fara til læknakanningar fyri at varveita koyrikortið
 
22.04.2018 - 10:08

Nú fara bilførarar, ið 75 ár og eldri, kanska at sleppa undan at fara til læknakanningar annaðhvørt ár fyri at varveita koyrikortið.

Løgtingið hevur við aðru viðgerð samtykt uppskotið hjá Kára P. Højgaard, tingmanni fyri Sjálvstýri, um at strika kravið um at bilførarar kunnu hava koyrikort til teir eru 75 ár, og eftir tað skulu til læknakanningar, fyri at varveita koyrikortið

Í dag er galdandi fyri Føroyar, at tey eldru frá 75 ára aldri skulu til læknakanningar annaðhvørt ár fyri at fáa endurnýggjað koyrikortið og hvørt ár, eftir at ein er vorin 80 ár.

Samanbera vit okkum við omanfyri nevndu londini, hava Føroyar kravmiklastu ásetingarnar fyri endurnýggjan av koyrikorti hjá eldri bilførarum, vísir Kári P. Højgaard á í viðmerkingum til uppskotið.

Uppskotið skal til triðju viðgerð, áðrenn tað er endaliga samtykt.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 4. oktober
Møti í Filadelfia í Gøtu
214246
Sunnudag 4. oktober
Guðstænasta í Gøtu kirkju
214240
Leygardag 3. oktober
Plátupanelið #42 (1996)
214225
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241
Leygardag 3. oktober
Sement 2026 (1:3)
214234
Fríggjadag 2. oktober
Pan-Arctic Vision 2026
214213
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162