Demokratarnir stóra framgongd

Demokratarnir stóra framgongd
Tann borgarligi-liberali flokkurin í Grønlandi, Demokratarnir, fingu 19,5 prosent av atkvøðunum á valinum í gjár. Ein framgongd á 7,7 prosent
 
25.04.2018 - 09:03

Tað vórðu Demokratarnir, sum høvdu størstu framgongdina á valinum í Grønlandi í gjár.

Flokkurin er farin 7,7 prosent fram og fekk 19,5 prosent av øllum atkvøðunum til Landstingsvalið, stendur at lesa á knr.gl.

Randi Vestergaard Evaldsen er forkvinna í flokkinum, og hon fegnast um góða úrslitið: 

-Vit eru sera fegin um at hava fingið hesa stóru framgongdina. Tað eru vit ógvuliga takksom fyri. Ein av orsøkunum er, at vit hava verið greið í okkara boðskapi, sigur Randi Vestergaard Evaldsen.

Tilsamans 29.296 grønlendarar vóru á vali í gjár. Tað gevur eitt atkvøðuprosent, sum er 71,9 prosent. Tað er ein afturgongd, sum er eitt prosentstig.

40.840 fólk høvdu rætt at greiða atkvøðu í Grønlandi, og til bar at seta sína atkvøðu við sjey flokkar og 232 valevni. 

 

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 29. september
Tí tú ert kvinna 3:3
213953
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 29. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213938
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786