ABBA aftur í upptøkuhølið

27.04.2018 - 18:23
Útheimurin
ABBA aftur í upptøkuhølið
Víðagitni svenski bólkurin ABBA fer aftur í upptøkuhølið at spæla tvey løg inn. Hetta er fyrstu ferð síðani 1982

"Mamma mia, here we go again".

Hendan reglan verður nú veruleiki, tí víðagitni svenski bólkurin ABBA hevur júst kunngjørt, at han fer aftur í upptøkuhølini at spæla tvey løg inn.

Tað skriva nógvir útlendskir miðlar í dag. Hetta er fyrstu ferð síðani 1982 at bólkurin spælir løg inn.

Ein av sangunum hevur heitið: "I Still Have Faith In You" og verður almannakunngjørdur í einum sjónvarpssýning í desember, og tað er ikki kunngjørt, nær hin sangurin verður almannakunngjørdur.

Konsertferð

Ætlanin er eisini, at bólkurin skal framføra aftur. Men fjepparar fara tó ikki at uppliva Agnetha Fältskog, Björn Ulvaeus, Benny Andersson og Anni-Frid Lyngstad live. Tí talan er um eina konsertferð, har tað verða digitalar versiónir av limunum í bólkinum, sum fara at framføra. 

Gunnar Nolsøe, útvarpsvertur og ABBA-fjeppari fegnast um, at tvey nýggj løg nú fara at verða at hoyra frá víðagitna bólkinum.

Lurta eftir samrøðuni, sum Rebekka Manuela Behrens gjørdi við Gunnar Nolsøe. 


 

 
Er kopiera

Tak niður

Sí eisini

Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444