Nýggir ABBA-sangir útgivnir

Nýggir ABBA-sangir útgivnir
"Hetta er jólaftan í september," sigur Gunnar Nolsøe, fjeppari, nú legendariski svenski poppbólkurin ABBA hevur latið fyrstu nýggju sangirnar í 40 ár úr hondum
 
02.09.2021 - 21:18

Tað varð sagt, at tá ABBA var í hæddini í sjeytiárunum, so var tónleikur ein av størstu útflutningsvinnunum hjá Svøríki. So nógvar plátur seldi ABBA.

Tað verður hildið, at ABBA hevur selt okkurt um 150 milliónir plátur kring heimin. 

Nógv hava, millum ár og dag, roynt at lokkað tey fýra, Benny Andersson, Agnethu Fältskog, Anni-Frid Lyngstad og Björn Ulvaeus, saman aftur, eftir at tey góvust við at spæla í 1983, men til fánýtist. 

Einaferð hoyrdist, at tey høvdu fingið bjóðað eina milliard krónur fyri 10 framførslur í Las Vegas. 

 

"Voyage"

Men nú gera tey brádliga comeback við plátuni "Voyage", sum er fyrsta ABBA-plátan í 40 ár, og hon kemur út 5. november. 

Tveir sangir av "Voyage" eru tó útgivnir í dag, hin sorgblíði "I Still Have Faith In You" og hin lætti "Don't Shut Me Down". 

Báðir sangirnir kunnu hoyrast á Spotify. 

"Jól í september," sigur Gunnar Nolsøe, útvarpsvertur, ið er ein íðin ABBA-fjeppari, og hevur gjørt eina útvarpssendirøð um ABBA. 

"Tveir framúr frálíkir sangir."

ABBA, sum varð stovnaður í 1972, fekk sítt altjóða gjøgnumbrot, tá bólkurin vann Eurovision-sangkappingina í 1974 við sanginum "Waterloo", ið gjørdist eitt hitt. 

Næstu 10 árini var ABBA á altjóða popptindunum, tí Björn og Benny spýttu eitt superhitt fyri og annað eftir út. Fernando, Mamma Mia, Dancing Queen, Knowing Me Knowing You, Name of the Game and Take a Chance on Me, fyri at nevna nøkur. 

 

"Áðrenn vit fara foldum frá"

Í sambandi við, at ABBA kunngjørdi, at tey fara at geva eina nýggja plátu út, vórðu tey spurd, hví tey velja at gera hetta nú, tá tey annars altíð hava sagt nei til øll tilboð.  

Tá var svarið frá Björn Ulvaeus stutt og greitt, at "vit vildu gjarna gera okkurt saman aftur, áðrenn vit eru farin foldum frá."

Tey fýra fegnast øllum at spæla tónleik saman aftur. 

"Tað er ótrúligt, at vit kunnu geva eina nýggja plátu út eftir 40 ár og framvegis vera bestu vinir, framvegis vera trúgv móti hvørjum øðrum. Hvussu nógv sleppa at uppliva tað? Eingin. Og tað hevur verið stuttligt, og vit hava longst eftir hesum," segði Björn Ulvaeus.

 

ABBA-limirnir talgildir 

Tey, ið kanska nú vóna at sleppa at uppliva ABBA spæla konsert, verða tíverri vónbrotin.

Tey fýra fara ikki sjálvi á pallin aftur, siga tey. Men tey hava kunngjørt nakrar konsertir í London, sum eisini eita "Voyage", har tey verða umboðað av fýra sokallaðum "avatarum", ella "abbatarum", sum tey sjálvi kalla teir, á pallinum. Hetta eru talgildar útgávur av limunum í ABBA, sum fara at framføra saman við einum live-bólki. 

Talgildu útgávurnar av teimum fýra kunnu síggjast í sjónbandalagnum til "I Still Have Faith In You". Hetta er gjørt við nýggjastu Hollywood-filmtøknini. 

Abba

Frítekst tagging: 

Soleiðis sóu tey fýra úr, tá tey gjørdu talgildu útgávurnar av sær sjálvum. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. apríl
Vikuskiftið 19 apríl 2024
173966
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Fríggjadag 19. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 19. apríl 2024
173396
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887