Flaggdagsrøðan 2018

25.04.2018 - 19:01
Lívsstílur
Flaggdagsrøðan 2018
Regin Berg helt flaggdagsrøðuna á Vaglinum í Havn.

Tann 25. apríl 1940 varð Merkið fyri fyrstu ferð góðkent sum tjóðarmerki føroyinga. 

Sjálvt um føroyska flaggið, Merkið, varð viðurkent, undir seinna veraldarbardaga, í 1940, var ikki fyrr enn sjey ár seinni, í 1947, at fyrsta flaggdagshaldið í landinum, varð hildið. 

Regin Berg helt røðuna,  tá 72. flaggdagshaldið varð hildið á Vaglinum í Havn tann 25. apríl 2018.

Røða

Fyrst av øllum skal eg takka fyri heiðurin og álitið, at mær varð litið upp í hendur at røða á flaggdegnum.

Góðu áhoyrarar

Uppá nógvar mátar er tað løgið, at vit enn halda flaggdag. Vit liva í einum altjóðagjørdum heimi. Vit brúka fleiri tímar hvønn einasta dag á alnótini. Vit eru bitin av Netflix, HBO ella animé teknifilmum. Vit tosa meira um Trump, Putin og Kim Jong-un, enn um føroyskar politikarar.

So hví ganga runt og veittra við Merkinum í dag? Eru fløgg ikki avoldað? Vit eru heimsborgarar. Vit samskifta við allan heimin, og eru í allar mátar partur av altjóða búskapinum. So hví yvirhøvur ganga upp í, um vit eru føroyingar?

Svarið er einfalt. Vit hava brúk fyri tryggleika – vit hava brúk fyri at vita, hvørji vit eru, vit hava brúk fyri at vita, hvar vit hoyra til. Alheimurin gevur okkum so ómetaliga nógv fantastisk tilboð, men tey eru ov nógv, skifta ov skjótt og tað skal ofta so øgiliga lítið til, at vit missa okkum sjálvi burtur.

Spurningar sum: “Hvør eri eg?”, “hvørjum bólki hoyri eg heima í?” – og “hvør elskar meg?”. Kann Facebook hjálpa okkum við teimum? Vísindafólk eru samd um, at Facebook ger okkum keddari og meira ótrygg. Hvussu við Amazon? Kunnu vit keypa okkum glað? Aftur har er svarið nei, treytað av at vit hava alt tað grundleggjandi. Men Netflix – Netflix man vera gott, ella hvussu? Nei. Jú meira vit sita á afturpartinum og hyggja, tess minni glað verða vit, og fyrr doyggja vit.

Harafturímóti hava vit brúk fyri tryggleikanum í tí menniskjaliga. Í at kenna samfelagið kring okkum. Í at vita, at vit hava nakað til felags við teimum, sum vit eru saman við. Og hendan tryggleikan kann tjóðskapur vera við til at geva okkum. Vit kunnu siga: “Vit eru føroyingar. Hetta er søgan hjá okkum. Vit tosa føroyskt, vit hava Merkið – og vit taka okkum av hvør øðrum. Vit hjálpa hvør øðrum. Vit eru nakað serligt, og vit eru saman.”

Vit hava eitt ótal av dømum um, at fløgg og tjóðskapur verða misbrúkt. Men alt gott kann verða misbrúkt. Og fløgg kunnu eisini geva okkum tryggleika. Geva okkum ein leiklut í hesum altjóðagjørda heiminum, og nakað at halda fast í, tá vit kenna, at vit ikki longur grynna sjálvi.

Men skulu vit kunna varðveita hesa kenslu av tryggleika av at vera føroyingar, krevur tað, at vit varðveita tað, ið ger Føroyar til eitt gott land at liva í. Tað krevur, at vit virða øll í samfelagnum hjá okkum, og hugsa um, at næstu ættarliðini eisini skulu kunna vera errin av at vera føroyingar.

Tí tað at vera føroyingur broytist alla tíð. Úrslitið kann tí lættliga vera, at vit brúka nógva orku at klandrast og eru minni góð við hvørt annað. Æviga stríðið millum Klaksvík og Tórshavn. Niðurgerðandi viðmerkingar um námsfrøðingar og sjómenn. Samanbresturin millum akademikarar og tey, sum arbeiða við hondunum. Tað er troyttandi og høpisleyst við hesum æviga stríðnum, og ger at nógv melda seg úr almenna kjakinum.

Samfelagið broytist – samfeløg broytast alla tíð. Tað er bara soleiðis. Vit hava meira og meira brúk fyri útbúgving. Vit hava meira og meira brúk fyri fólki í tænastuvinnuni, og fyri fólki, sum hugsa nýtt. Vit duga betur og betur at gera tingini, vit effektivisera, so sjálvandi minkar talið á teimum, sum arbeiða í gomlu vinnunum, og nýggjar vinnur fáa rúmd, og fáa størri týdning. Tað nyttar einki at gráta um, hvussu hetta broytir tað at vera føroyingur, hvussu vit missa tað gamla, og tað hjálpir ikki at berjast móti tí nýggja.

Avbjóðingin er ikki at reka tað nýggja burtur, men hvussu vit sameina tað gamla og tað nýggja. Hvussu vit varðveita tað, sum er vert at varðveita, og annars broyta og tillaga okkum, uttan at missa tryggleikan í tí at vera føroyingar, og enn hava eitt flagg at savnast um.

Hetta ger seg serliga galdandi, tí at stríðið millum Klaksvík og Tórshavn, spurningurin um fækkandi størvini í summum vinnum, og enntá æviga málið um loysing ella samband hevur, tá saman um kemur, lítlan og ongan týdning. Vit standa yvirfyri so nógv størri avbjóðingum við veðurlagsbroytingunum. Ein hóttan, ið – mótsett broytingum í vinnubygnaði og búsetingarmynstri – veruliga kann gera enda á sjálvum tí at vera føroyingur.

Tí hvat er Føroyar uttan livandi havið? Hvat eru vit uttan náttúruna hjá okkum? Klára vit okkum, um vetraródnirnar blíva harðari og harðari?

So langt aftur, sum vit síggja, hevur golfstreymurin ongantíð verið so veikur sum nú. Steðgar golfstreymurin, so missa vit ikki bara veðurlagið, vit hava á landi. Ein stór orsøk til, at Føroyar eru so sterkar, tá um ræður alivinnuna, er sjóvarhitin. Hann er júst, sum hann skal vera. Hvat hendir, tá hetta broytist? Hvar fer fiskurin, sum fiskivinnan fiskar? Fyri ikki at tosa um, hvat hendir í havinum, um golfstreymurin ikki longur gevur djúphøvunum ilt? Eru vit føroyingar, um havið doyr?

Hetta er mest ræðandi avleiðingin, dálking kann hava fyri Føroyar. Men ikki tann einasta. Í Fraklandi eru 1/3 av øllum fuglum deyðir seinastu 15 árini, tí smákyktini, sum fuglarnir eta, eru burtur. Uppruna náttúran hvørvur, og eiturevnini úr landbúnaðinum taka sær av restini.

CO2 útlátið er ikki bara ein trupulleiki í mun til hitan. Tað ger eisini høvini súrari, so lívið í havinum, sum er bygt á kálk, er um at upploysast – lívið, sum er grundarlagið undir føðiketunum í havinum.

Ikki bara tað. Gera vit ikki meira, so verða stór øki í heiminum so heit, at tað er ógjørligt at framleiða mat har – og í fleiri londum hvørvur vatnið, so hvørt sum havið fløðir. Hundraðtals milliónir av fólki verða noydd at flyta, fyri ikki at doyggja í hungri og tosta – og vit hava nýliga sæð avleiðingarnar av, at “bara” nakrar tíggjutals milliónir fólk flýggja.

Veðurlagsbroytingar fara ikki at gera enda á mannaættini. Vit búgva ov nógva staðni, og klára ov væl at laga okkum eftir umstøðunum til, at tað er ein vandi í sjálvum sær. Men hungur. Kríggj. Sjúkur. - Børn okkara fáa eitt munandi ótryggari lív, og tað mesta av tí, sum ger Føroyar serligar og ríkar hvørvur. Tað er ikki bara realistiskt, tað er sannlíkt, um vit ikki arbeiða munandi harðari og skjótari ímóti hesum, enn vit gera í løtuni.

Politiska skipanin hjá okkum hevur gjørt onkur góð tiltøk, men alt, alt ov nógv orka fer til at klandrast um meiningsleys smáting alt meðan hóttanin, vit her standa yvirfyri, verður størri og størri.

Men tað er ikki ov seint. Vit kunnu framvegis venda gongdini, og steðga ringastu avleiðingunum av veðurlagsbroytingum og mátunum vit sjálvi oyðileggja náttúru okkara. Enn kunnu vit tryggja, at eisini framtíðar ættarliðini hava nakað at savnast um, tá flaggdagur er, og at vit glað kunnu lena okkum afturá, at lurta eftir frálíku tónunum frá Havnar Hornorkestri. Vit venda ikki gongdini einsamøll, ikki sum einstaklingar; men sum ein tjóð, sum eitt fólk, ið livur av, saman við og í javnvág við náttúruna, tí náttúran er grundarlagið undir allari okkara tilveru.

Tað er ikki nóg mikið, at politiska skipanin skrivar undir symbolskar avtalur og fær okkurt hissini undantak her og har. Vit, føroyingar, vit sum tjóð skulu trýsta á, og stríðast fyri, at avtalurnar seta

harðari krøv. At vit leggja størri orku í at verja náttúruna. Og prógva, at sjálvt eitt lítið og avbyrgt land sum okkara, ið er so bundið at tí, ið náttúran gevur okkum, sjálvt vit kunnu liva grønari. Seinastu verkætlanirnar hjá SEV eru við til at prógva, at vit kunnu gera ein mun, at vit kunnu vísa veg, um bert vit velja tað.

Vit æra ikki Merkið við at bara stara okkum blind aftureftir og lovprísa tí, sum forfedrarnir hjá okkum gjørdu. Undanfarin ættarlið hava framt nógv avriksverk, men vit elska ikki Føroyar, við at tosa skaldaborið um tað, og reypa fyri ferðafólki. Vit elska Føroyar, vit æra bæði fedrarnar og Merkið við at tryggja og stríðast fyri, at komandi ættarliðini ikki bara hava eina framtíð, men hava eina góða framtíð. Vit elska Føroyar, um vit megna at geva tann arvin vit fingu frá forfedrunum eins góðan – ella betur – víðari til tey, sum eftir okkum koma.

Tí fátt er so framúrskarðandi, sum at liva í Føroyum. Tað er aftur og aftur, um vit fara út, og hyggja at undirvøkru náttúru okkara, at vit bara kunnu gána. Buldrandi vetraródnirnar, kínandi summardagarnir, at koma uppum pollamjørkan og hyggja at oyggjunum – hetta er eitt ótrúligt land at búgva í. Legg so afturat fólkini, at vit koma hvør øðrum við, og alla søguna, sum enn býr í okkum, eisini so hvørt sum vit mennast, og eg kann bara vóna, at míni børn eisin fáa møguleikan at síggja og uppliva tað eg upplivi og síggi.

Vit kunnu gera meira enn vit halda. Føroyar, alt tað Merkið umboðar, hetta er vert at berjast fyri. Sjálvt um avbjóðingarnar eru so mikið stórar og ræðandi, at tað kann vera freistandi at ikki hugsa um tær, so er tað okkara skylda at verja og varðveita Føroyar. At geva Føroyum teirri somu trygdina, sum Føroyar geva okkum.

Takk fyri.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 30. november
TEMAPLÁTAN 40, 'Isolation', Toto, 1984
184316
Leygardag 30. november
Jambalaja - 301124
184448
Leygardag 30. november
Upp á tá - 291124
184433
Leygardag 30. november
Upp á tá - 221124
184431
Leygardag 30. november
Vikan 30. november 2024
184427
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 30. november
Kanst tú siga farvæl? (1:2) - teknmálstulkað
184426
Leygardag 30. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184422
Fríggjadag 29. november
EM-endaspælið: Føroyar - Sveis
184417
Fríggjadag 29. november
Veðrið
184408
Fríggjadag 29. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184321