Flugueitrið kemur í morgin. Ovnurin í næstu viku

11.05.2018 - 13:00
InnlendisSamfelag
Flugueitrið kemur í morgin. Ovnurin í næstu viku
Nýggi ovnurin hjá IRF verður klárur í næstu viku. Tekur eitt ár at brenna ruskið, sum er ballað og goymt
Rusk verður goymt í einum grótbroti, sum er hálvan annan kilometur úr Leirvík á veg út á Hagaleiti, har sum brennistøðin er.
Mynd: Irf  

Í morgin kemur eitur til landið, sum skal brúkast til at basa flugunum í grótbrotinum á Víkarvegnum í Leirvík, har sum IRF seinastu mánaðirnir hevur goymt burturkastið.

Í seinastuni hava eisini óvanliga nógvar flugur verið í Leirvíkar bygd.

IRF sigur, at uttan at hava nakað beinleiðis prógv fyri tí, kann felagsskapurin rokna við, at flugurnar koma frá ballaða ruskinum í grótbrotinum.

Ruskið verður ballað í net og plast og goymt í grótbrotinum, til nýggi ovnurin verður klárur í næstu viku.

Og flugueitur kemur í morgin, sigur Poul Andrias Joensen, stjóri hjá IRF.

Goymt fyrr

Hann sigur, at IRF hevur goymt ballað rusk fyrr í grótkastinum á Víkarvegi.

Sambært kanningum hjá IRF, er trupulleikin við flugum eisini aðrastaðni, har ballað rusk verður goymt á henda háttt, eitt nú í Gøtuborg í Svøríki. 

Har bleiv flugan bast við hesum eitrinum, sum royndist serstakliga væl. 

IRF hevur heitt á skaðadjóratænastuna í Eysturkommunu um at hjálpa við at basa flugunum.

Flugan, sum er í Leirvík, er ikki tann flugan, sum vanliga er at síggja í Føroyum, sigur Poul Andrias Joensen. 

Hann sigur, at hendan flugan hevur fyrr órógvað tey í IRF.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 16. apríl
Góðan morgun Føroyar
207128
Hósdag 16. apríl
Morgunlestur hósdagur 16.apríl 2026
207023
Mikudag 15. apríl
Mono 150426 - 3. sending
207104
Mikudag 15. apríl
Skratsj 15 apríl 2026
207096
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. apríl
Úr byggisøguni (1:3)
76206
Mikudag 15. apríl
Á brúnni í 38 ár - teknmálstulkað
207100
Mikudag 15. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
207094
Týsdag 14. apríl
Veðrið
207060
Týsdag 14. apríl
Føroyar - Grikkaland, seinni dystur
207066