Rógvararnir eru komnir á mál

13.05.2018 - 15:02
InnlendisSamfelag
Rógvararnir eru komnir á mál
Rógvararnir umborð á Saga hava sum teir fyrstu róð úr Evropa til Kuba. Teir komu á mál í gjárkvøldið.
0 seconds of 0 secondsVolume 90%
Press shift question mark to access a list of keyboard shortcuts
00:00
00:00
00:00
 

Jákup Jacobsen, Niklas Olsen, Jógvan Clementsen, og Isaac Giesen úr Nýsælandi, hava sum teir fyrstu róð úr Evropa til Kuba.

Drúgva ferðin, sum byrjaði í februar í ár, fekk ein enda í gjárkvøldið, tá rógvararnir umborð á bátinum Saga komu til Kuba aftaná at hava róð í 74 dagar.

Teir vóru svangir og sera troyttir, men ferðin hevur gingið væl og verið eitt stórt upplivilsi. Serliga eru rógvararnir ovfarnir av, hvussu nógv kroppurin megnar, tá hann er undir so stórum trýsti.

Tað segði Jákup Jacobsen, tá útvarpið fekk orðið á hann um 23-tíðina í gjárkvøldið. Tá lá bátur og manning við eina boyu í havnalagnum í býnnum Barracoa og bíðaðu eftir tollmyndugleikunum.

Trýst á pílin omanfyri fyri at lurta eftir eini longri samrøðu við havrógvararnar.

Ein drúgv ferð

Rógvararnir verða í Kuba í nakrar dagar og fara millum annað at vitja Danska-kubanska vinarfelagsskapin, sum skipar fyri hátíðarhaldi fyri rógvarunum í Havana.

Síðani rógva teir úr Havana til Miami í Florida, og tekur hesin teinurin 2 dagar at rógva. Tá hava teir fýra menninir umborð á Saga róð tilsamans 13.000 kilometrar.

Hava savna pengar inn

Eitt av endamálunum við túrinum, sum hevur fingið heitið "Row for water", var at savna pengar inn til vatnbrunnar í Somalia. Málið var at savna inn 100.000 krónur, so til ber at hjálpa 50.000 fólkum, eins nógv fólk, ið búgva í Føroyum. Men enn er ikki komið heilt á mál við hesum. Higartil eru pengar konir inn til tveir vatnbrunnar.

Tað eru serliga danskarar og útlendingar, sum hava stuðlað. Føroyingar hava higartil latið um 5000 krónur til verkætlanina. Til ber tó framvegis til at stuðla á heimasíðuni rowforwater.org.

Rógvararnir vænta at verða aftur í Føroyum um einar tvær vikur.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 11. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
193101
Týsdag 10. juni
Veðrið
193072
Sunnudag 8. juni
Andakt við Bergi Debes Joensen
192984
Sunnudag 8. juni
Guðstænasta úr Havnar kirkju
192979