Kostar 1.099.000 krónur at asfaltera ein kilometur

Kostar 1.099.000 krónur at asfaltera ein kilometur
Tað kostar eina millión og 99.000 krónur at asfaltera ein kilometur av landsvegi sambært bíligasta tilboðnum frá privatari fyritøku
Mynd: Landsverk  
 
24.05.2018 - 10:47

Landsverk hevur biðið um tilboð upp á at asfaltera 4,1 kilometur millum Kollafjørð og Hósvík og ein kilometur við Tjørnunes.

Tríggjar privatar fyritøkur góvu tilboð. HJ Asfalt hevði lægsta tilboðið í báðum førum.

Tilboðini eru nakað størri enn metingin hjá Landsverki.

HJ Asfalt bjóðar sær til at asfaltera teinin millum Kollafjørð og Hósvík fyri fýra milliónir og 368.000 krónur. Tað vil siga umleið eina millión og 65.000 fyri kilometurin.

Metingin hjá Landsverki er fýra milliónir og slakar 84.000 krónur.

Tann eina kilometurin við Tjørnunes bjóðar HJ Asfalt sær til at asfaltera fyri eina millión og 99.000 krónur.

Landsverk heldur, at arbeiðið kann gerast fyri nakað minni enn tað, fyri góðar 903.000 krónur.

Sambært størsta privata tilboðnum kostar eina kilometur av landsvegi slakar 1,4 milliónir krónur at asfaltera.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 10. mai
Guðstænasta í Kvívíkar kirkju
208155
Sunnudag 10. mai
Bolero
208154
Sunnudag 10. mai
Credo: Ora et labora.
208078
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 10. mai
Misery
208162
Sunnudag 10. mai
Andaktin
208158
Fríggjadag 8. mai
Veðrið
208112
Fríggjadag 8. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208075