Freistin at søkja um menningarkvotur nærkast

Freistin at søkja um menningarkvotur nærkast
Á middegi í dag fer freistin at søkja um menningarkvotur, har góð 58.000 tons av uppsjóvarfiski, svartkjafti, makreli og norðhavssild skulu býtast
 
28.05.2018 - 08:34

Umsóknir um menningarkvotu skal sum minstamark hava millum annað upplýsingar, sum nágreiniliga lýsa menningarætlanina og hvar í landinum, hon skal fremjast.

Umsøkjarar skulu eisini boða frá, hvussu menningarætlanin kann skapa virðisøking, virksemi, arbeiðspláss, førleikamenning og inntøkur, og hvussu kvotan er ætlað at verða nýtt og virðisøkt frá veiðu til hagreiðing, virking, sølu og marknað.

Menningarkvota kann latast fyri eitt ár, tvey ár, trý ár ella fýra ár.

Ein metingarnevnd skal taka støðu til umsóknirnar um menningarkvotur, og nevndin ger síðani tilmæli til Fiskimálaráðið.

Trý fólk vera í metingarnevndini, sum landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum setir. Fráboðan er ikki komin um, at nevndin er sett.

Øll í Føroyum, fólk og feløg, kunnu søkja um menningarkvotu, tí høvuðsøkini í kunngerðini um menningarkvotur eru tær sjey sýslurnar.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961