38 vilja hava menningarkvotu

38 vilja hava menningarkvotu
Tá freistin var úti á middegi, høvdu 38 søkt Fiskimálaráðið um at fáa part av menningarkvotunum
Menningarkvoturnar eru góð 58.000 tons av svartkjafti, makreli og norðhavssild. Nógv mest er av svartkjafti
Mynd: savn  
 
28.05.2018 - 13:39

Fiskimálaráðið hevur fingið tilsamans 38 umsóknir um menningarkvotu. 

Tað sigur Rógvi Reinert, aðalstjóri.

Hann hevur ikki lisið umsóknirnar enn og kann tí einki siga um ítøkiligu verkætlanirnar, ella hvar tær eftir ætlan skulu verða, men feløgini, sum hava søkt, eru spjadd kring landið, sigur hann.

Fyri tað mesta eru tað smærri feløg, sum hava søkt, men onkur umsókn er eisini frá teimum stóru, sigur aðalstjórin.

Høgni Hoydal, landsstýrismaður skal nú seta trý fólk at meta um umsóknirnar, og tey verða útnevnd sum skjótast, sigur Rógvi Reinert, aðalstjóri.

Mannagongdirnar, sum skulu brúkast til at viga umsóknirnar, eru lýstar í skjali, sum er lagt við kunngerðini um menningarkvoturnar, sigur hann.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 oktt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
214957
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858