Svartkjaftur seljast á afturlatnari uppboðssølu

bannari
Svartkjaftur seljast á afturlatnari uppboðssølu
Í morgin verða rættindini at fiska góð 39.000 tons av svartkjafti seld á sonevndari "afturlatnari" uppboðssølu
 
05.06.2018 - 10:40

Á afturlatnari uppboðsølu vita tey, sum bjóða uppá veiðirættindi, ikki, hvat onnur bjóða. Freistin at lata boð inn til hesa uppboðssøluna er á middegi í morgin. 

Tey, ið bjóða, skulu upplýsa, hvussu stóra nøgd tey bjóða uppá og fyri hvønn prís. Innkomnu boðini verða raðfest við hægsta eindarprísi fremst, og síðani lækkandi til eingin nøgd er eftir.

Lægsta boðið, sum sleppur upp í part, ásetir síðani prísin, ið øll skulu gjalda. 

Fyri fyrstu ferð verður talan um at selja eitt ára rættindi, trý ára rættindi og eisini átta ára rættindi at fiska svartkjaft.

Í morgin verða seld tilsamans 18.169 tons av svartkjafti sum eitt ára rættindi. Eisini verða seld 7000 tons av svartkjafti sum trý ára rættindi og 14.000 tons av svartkjafti sum átta ára rættindi.

26. apríl og aftur 2. mai vórðu rættindini at fiska tilsamans 50.000 tons av svartkjafti seld á opnari uppboðssølu. Á opnari uppboðssølu vinnur hægsta boð. Á fyrru uppboðssøluni varð svartkjafturin seldur fyri 38 oyru í miðal fyri kilo, og á seinnu uppboðssøluni var miðalprísurin 55 oyru fyri kilo. Á hesum sølum varð alt selt sum eitt ára rættindi.

13. juni, tað er mikudagin í næstu viku, verða rættindi at fiska botnfisk í Barentshavinum og við Svalbard seld á afturlatnari uppboðssølu.

Seinni í juni verða rættindi at fiska makrel og norðhavssild eisini seld á uppboðssølu.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 4. oktober
Møti í Filadelfia í Gøtu
214246
Sunnudag 4. oktober
Guðstænasta í Gøtu kirkju
214240
Leygardag 3. oktober
Plátupanelið #42 (1996)
214225
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241
Leygardag 3. oktober
Sement 2026 (1:3)
214234
Fríggjadag 2. oktober
Pan-Arctic Vision 2026
214213
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162