400 starvsfólk afturat til ferðavinnuna

400 starvsfólk afturat til ferðavinnuna
Næstu tvey árini verður tørvur á millum 200 og 400 nýggjum ársverkum í ferðavinnuni.
 
05.06.2018 - 10:52

Tað siga Guðrið Højgaard, stjóri á Visit Faroe Islands, og Rúni Vang Poulsen, stjóri í Smyril Line, við Sosialin.

Tørvur verður á kokkum, tænarum, móttøkufólki og reingerðarfólki til ferðavinnuna.

Sambært ferðavinnuni hava gistingarmøguleikarnir verið ein fløskuhálsur, tí ov fá seingjarpláss eru til ferðafólkini um summarið. Men ætlanir eru um at byggja fleiri hotell í høvuðsstaðnum.

- Størta avbjóðingin hjá okkum komandi tíðina verður at fáa fatur á arbeiðsmegi, sigur Guðrið Højgaard við Sosialin.

Stjórin á Visit Faroe Islands og stjórin í Smyril Line eru samd um, at neyðugt verður at fáa fleiri útlendingar til arbeiðis í føroysku ferðavinnuni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952