Rajoy leggur frá sær sum floksformaður

Rajoy leggur frá sær sum floksformaður
- Tað er best fyri meg, best fyri flokkin og best fyri Spania, segði Rajoy við viðhaldsfólk síni í dag, tá hann almannakunngjørdi avgerðina
 
06.06.2018 - 10:52

Flokkurin hjá honum, Patrido Popular, tapti eina misálitisatkvøðugreiðslu seinasta fríggjadag, - tá andstøðuflokkurin, Podemos, tveir katalonskir flokkar og baskisku nationalistarnir atkvøddu móti stjórnini.

Tyngjandi fyri flokkin

Tað var sosialistaflokkurin, PSOE, sum reisti misálitið á Mariano Rajoy, eftir at 29 limir í flokkin hjá Rajoy vórðu dømdir fyri umfatandi mutur og svik. 

Fleiri handilsfólk og flokslimir vórðu dømdir fongsulsrevsing fyri millum annað svik, skattasvik, tryggingarsvik og falsing og fyri at hava tikið ímóti mutri. 

Málið snúði seg um, hvussu valstríðið hjá flokkinum var fíggjað, og um politikarar, sum høvdu tikið ímóti mutri í býti við almennar sáttmálar.

Trupult hjá nýggja forsætisráðharranum

Pedro Sanchez, formaður í Sosialistaflokkinum, hevur tikið við sum forsætisráðharri.

Stjórnin hjá Sanchez hevur bara 85 tingsessir í parlamentinum, og noyðist tí at leita sær stuðul frá fleiri smærri flokkum, - bæði á høgra og vinstravonginum.

Rajoy er fyrsti spanski forsætisráðharrin í nýggjari tíð, sum eru noyddur at leggja frá sær.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Hósdag 15. oktober
Nýtt ljóð
214851
Hósdag 15. oktober
Breddin: Fólkaskúlin og tøkni
214809
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655