Neyvan fólkaatkvøða fyri løgtingsvalið næsta ár

12.06.2018 - 11:13
InnlendisPolitikkur
Neyvan fólkaatkvøða fyri løgtingsvalið næsta ár
Ov stutt tíð er eftir av valskeiðinum, sigur Poul Michelsen, floksformaður:
Poul Michelsen væntar ikki fólkaatkvøðu fyri løgtingsvalið.

Fólkaatkvøða verður neyvan um føroysku stjórnarskipanini fyri løgtingsvalið næsta ár.

Tíðin er vorðin av stutt, sum er eftir av hesum valskeiðinum.

Tað sigur Poul Michelsen, formaður í Framsókn og landsstýrismaður, við miðilin Mandag morgen.

Hann sigur, at hann hevur einki í móti fólkatkvøðuni, men hann dugur at rokna út, at tíðin er vorðin ov stutt:

Tann 1.september næsta ár eru fýra ár liðin, síðani løgtingsval var seinast. 

Skal brúka minst sjey undirskriftir

Heðin Mortensen, sum er formaður í grein 25 nevndini hjá løgtinginum, sigur, at nevndin hevur havt 14 fundir um stjórnarskipanaruppskotið, og arbeiðið hevur gingið væl.

Fyri at fáa málið úr nevndini aftur til aðru og triðju viðgerð í løgtinginum krevjast sjey av 12 undirskriftum frá nevndarlimunum.

Heðin Mortensen ivast í, um tað fer at bera til, nú fólk eru í summarfríi, men hann fer at tosa við floksformenninar nú í vikuni.

Fæst málið úr nevndini nú, má tingið kallast saman at viðgera tað fyri ólavsøku.

Grein 25 nevndin dettur burtur á ólavsøku, tá nýggj tingseta byrjar. Men nevndin kann veljast aftur og halda fram.

Heðin Mortensen sigur, at ein fráboðan kemur frá nevndini fyrsta dagin um, hvussu verður við uppskotinum hjá løgmanni um stjórnarskipanina.

  

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 30. juni
HM-tíðindi 30. juni 2026
210331
Týsdag 30. juni
Morgunlestur týsdagur.
210270
Mánadag 29. juni
Við Tórði á skørutúri
210291
Mánadag 29. juni
Poppverturin 5
208455
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 29. juni
Veðrið
210295
Fríggjadag 26. juni
Veðrið
210218
Fríggjadag 26. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210202
Hósdag 25. juni
Veðrið
210179