Sunda kommuna: Loysn í eygsjón um Saksun

Sunda kommuna: Loysn í eygsjón um Saksun
Sunda kommuna skrivar, at semja er gjørd við bóndurnir, sum sjálvir fara at skipa ferðavinnutilboð í bygdini
 
15.06.2018 - 10:18

Loysn er í eygsjón um ferðavinnuna í Saksun.

Undir hesi yvirskriftini skrivar Sunda kommuna, at semja er gjørd við bóndurnir, sum sjálvir fara at skipa ferðavinnutilboð í bygdini.

Fundur var mikudagin millum partarnar um, hvussu umstrídda ferðavinnan í Saksun skal skipast, og kommunan skrivar,  at bóndurnir ynskja sjálvir at menna ferðavinnutilboð inni á síni festijørð, - og kommunan virðir teirra avgerð, sum er í tráð við ferðavinnupolitikkin hjá kommununi.

- Tað, at bóndurnir í Saksun nú miðvíst fara at arbeiða við at skapa ferðavinnutilboð í bygdini, er sera hugagott og kommunan fegnast um at tey lokalu í bygdini ynskja at bjóða seg fram í ferðavinnu, sigur Sunda kommuna á heimasíðu síni.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215820
Mánadag 2. november
Veðrið
215775
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717