Vil hava at vita, hvør rindar fyri bjarging

Vil hava at vita, hvør rindar fyri bjarging
Kári P. Højgaard, løgtingsmaður, vil hava at vita frá Høgna Hoydal, landsstýrismanni, hvør rindar fyri tyrluna, tá útlendingar koma í neyð.
Mynd: savnsmynd  
 
16.06.2018 - 11:21

Hvussu ofta hevur tyrlan bjargað útlendskum ferðafólki seinastu trý árini?

Tað vil Kári P. Højgaard, løgtingsmaður, hava at vita frá Høgna Hoydal, landsstýrismanni.

Tingmaðurin spyr eisini, hvør ber útreiðslurnar, og um allur kostnaðurin verður endurrindaður?

Í viðmerkingunum til spurningin, sigur tingmaðurin, at ikki so sjálvdan eru tíðindi at hoyra í fjølmiðlunum, at fólk hava biðið um hjálp, tí tey eru vilst ella hava gingið seg í óføri.

Ikki so sjáldan er brúk fyri tyrluni, og hon er dýr í rakstri. 

Tí er spurningurin viðkomandi, um talan er um eina útreiðslu fyri Føroyar, hvørja ferð bjargingartiltøk verða sett í verk, ella um persónarnir ella teirra tryggingar rinda fyri tað, sigur Kári P. Højgaard í viðmerkingum til fyrispurninginum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 7. november
PLÁTUPANELIÐ #43 (1976)
216068
Leygardag 7. november
Jambalaja - 071126
216065
Leygardag 7. november
Upp á tá - 061126
216062
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 7. november
Talvið um Tinganes (1:2) - teknmálstulkað
216066
Leygardag 7. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216058
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011