Víðgongt islam stendur sterkari í Svøríki

Víðgongt islam stendur sterkari í Svøríki
Ein nýggj frágreiðing, sum svenski Verjuháskúlin hevur gjørt, vísir, at fundamentalistiska salafisman breiðir seg í Svøríki.
 
29.06.2018 - 09:20

Víðgongt islam stendur alsamt sterkari í Svøríki.

Ein nýggj frágreiðing, sum svenski Verjuháskúlin hevur gjørt, vísir, at fundamentalistiska salafisman breiðir seg í Svøríki.

SVT skrivar, at í fleiri økjum í svenskum býum ávirka salafistarnir gerandisdegnum hjá borgarunum við hóttanum og missión.

Eisini veksur undirtøkan fyri salafistiskum jihad, sum merkir heilagt kríggj, í Svøríki.

Viðgongdir prædikumenn ræða fólk til lýdni, moralskt politi hevur neyvt eftirlit við kvinnum, og børn verða forðað at spæla við børn, sum hava aðra trúgv. Í kanningini stendur ikki, hvussu mong fólk talan er um, skrivar SVT.

Granskararnir leggja dent á, at salafisman og salafismu-jihad er ein minniluti innan sunni-islam og ikki umboðar muslimar sum heild og sum bólk.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 10. september
Nýtt ljóð
213059
Hósdag 10. september
Eitt korter við jazzi
213032
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 10. september
Veðrið
213065
Hósdag 10. september
Møti hjá Frelsunarherinum - teknmálstulkað
213039
Mikudag 9. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213002
Týsdag 8. september
Veðrið
212949