Uttanríkis- og vinnumálaráðið søkir deildarstjórar

Uttanríkis- og vinnumálaráðið søkir deildarstjórar
Uttanríkis- og vinnumálaráðið søkir nú eftir tveimum deildarstjórum. Ein deildarstjóra til uttanríkistænastuna og ein til vinnudeildina í ráðnum.
 
17.07.2018 - 13:40

Gunnar Holm-Jacobsen hevur sitið sum konstitueraður deildarstjóri í Uttanríkistænastuni í yvir fimm ár, men starvið er ongantíð formliga sett, sigur Herálvur Joensen aðalstjóri í Uttanríkis- og Vinnumálaráðnum. 

Hann veit ikki at siga, hví starvið ikki hevur verið lýst leyst fyrr, men ein orsøk kann verða bygnaðarbroytingar. 

Tí málsøkið uttanríkismál lá í Løgmansskrivstovuni til ár 2015, tá tað varð flutt í nýggja Uttanríkis- og vinnumálaráðið. Bjørgfríð Ludvig, fyrrveradi aðalstjóri í Vinnumálaráðnum, sat sum aðalstjóri í nýggja Uttanríkis- og vinnumálaráðnum til 2016, tá hon fór í starv sum kommunustjóri í Tórshavnar kommunu. Og Herálvur Joensen tók við starvinum sum aðalstjóri í Uttanríkis- og vinnumálaráðnum 1. januar 2017. 

Síðani hevur verið arbeitt við at flokka starvið sum deildarstjóri í Uttanríkistænastuni og fáa øll formlig viðurskifti uppá pláss, og nú verður starvið so lýst leyst, sigur Herálvur Joensen. 

Uttanríkistænastan tekur sær av uttanlandsmálum so sum handilsviðurskiftum, trygdarmálum og umsiting av altjóða sáttmálum millumlandasamstarvi. Harafturat varðar Uttanríkistænastan av limaskapum í fleir- og millumtjóðafelagsskapum 

Umframt at leiða arbeiðið í heimatænastuni, skipar deildarstjórin arbeiðið mótvegis sendistovum Føroya í Keypmannahavn, Brússel, London, Reykjavík og Moskva.

Hitt starvið, sum søkt verður eftir fólk til, starvið sum deildarstjóri á vinnudeildini, er so at siga nýtt í Uttanríkis- og vinnumálaráðnum. 

Vinnumálaráðið og Uttanríkismálaráðið vórðu løgd saman í september 2015, og áðrenn samanleggingina vóru fleiri deildarstjórar í Vinnumálaráðnum. 

Ein nýggjur bygnaður varð gjørdur í samband við, at ráðini vórðu løgd saman í 2015, og eitt deildarstjórastarv varð sett á stovn til eina vinnudeild í Uttanríkis- og vinnumálaráðnum. 

Poul Egholm hevur tó sitið sum konstitueraður deildarstjóri í vinnudeildini í eitt ár, og nú verður søkt eftir deildarstjóra til vinnudeildina. 

Deildarstjórin í Vinnudeildini leiðir arbeiðið í vinnudeildini, sum m.a. fevnir um alimál, ferðavinnu, handilsmál, kappingarmál og útlendinga- og integrasjónsmál. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 30. mai
Norðoyastevnan 90 ár
209022
Leygardag 30. mai
Jambalaja - 290526
209017
Leygardag 30. mai
Upp á tá - 290526
209012
Leygardag 30. mai
Morgunlestur leygardagur 30.mai 2026
208234
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 30. mai
Norðoyastevna 2026: 5 mf gentur 17-18
209045
Leygardag 30. mai
Norðoyastevna 2026: 6 mannafør kvinnur
209044
Leygardag 30. mai
Norðoyastevna 2026: 5 mf dreingir 17-18
209043
Leygardag 30. mai
Norðoyastevna 2026: 5 mannafør kvinnur
209039
Leygardag 30. mai
Norðoyastevna 2026: 10 mannafør
209038