Trump kúvendir og rættar seg sjálvan

Trump kúvendir og rættar seg sjálvan
Amerikanski forsetin segði mánadagin eftir fundin við russiska forsetan, at Russland ikki hevði blandað seg upp í forsetavalið. Nú kúvendir Trump.
 
18.07.2018 - 07:44

- Eingin orsøk er at halda, at Russland ikki blandaði seg upp í amerikanska valstríðið í 2016.

Tað sigur amerikanski forsetin, Donald Trump, nú tveir dagar eftir toppfundin við russiska forsetan, Vladimir Putin.

Mánadagin: Var ikki Russland

Hetta er ikki í samljóði við tað, sum Donald Trump segði á tíðindafundinum mánadagin eftir toppfundin við Putin.

- Eg havi Putin forseta her. Hann hevur júst sagt, at tað ikki var Russland. Eg dugi ikki at síggja, hví tað skuldi verið Russland. Putin forseti var øgiliga greiður og sannførandi, tá hann noktaði fyri hesum í dag, segði Trump.

Stutt eftir tíðindafundin komu fyrstu hvøssu atfinningarnar móti tí, sum Trump hevði sagt á tíðindafundinum. Millum annað vóru fleiri republikanarar í øðini, tí Trump við hesum vardi Putin, sum vísur ákærunum aftur.

Manglaði at siga "ikki"

Tí bað Trump um útskrift og videoupptøku frá tíðindafundinum fyri at tryggja sær, at hann hevði sagt tað, sum hann meinti. Og tá gjørdist tað Donaldi Trump greitt, at hann manglaði at siga "ikki" í setninginum. 

Trump sigur, at í høvuðssetninginum sigur hann skuldi ("would"), ístaðin fyri orðini skuldi ikki ("wouldn't"). Altso dupult negatión. Setningurin átti at verið: - Eg síggi onga orsøk til, hví tað ikki skuldi verið Russland, greiddi Trump journalistum frá í gjárkvøldið.

Hann segði eisini, at hann viðurkenninr niðurstøðuna hjá amerikonsku fregnartænastuni um, at Russland blandaði seg upp í forsetavalið. Men hann legði afturat, at russiska íblandingin hevði onga ávirkan á valúrslitið, og at umsitingin hjá honum fer at gera sítt ítasta, so at slíkt ikki hendir við miðskeiðisvalið, sum verður í november. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Fríggjadag 16. oktober
LEITISSTEIN 16.10.2026 (Telemama)
214923
Fríggjadag 16. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Flákra
214897
Fríggjadag 16. oktober
RagnarRokk: Robert Richter um Cold Velvet
214017
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Mikudag 14. oktober
Svart gull (1:2)
50120
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938