Trump svarar Rouhani aftur

Trump svarar Rouhani aftur
Amerikanski forsetin, Donald Trump, hevur í stórum orðum svarað iranska forsetanum, Hassan Rouhani, aftur. 
 
23.07.2018 - 07:34

Trump skrivar á Twitter:

- Tú skalt ongantíð, ongantíð aftur hótta USA aftur, annars fær tað avleiðingar, sum eingin í søguni nakrantíð hevur merkt áður. Vit eru ikki eitt land, sum finnur seg í tínum svøku orðum um harðskap og deyða. Ansa tær. 

Hetta skrivar Trump í aftursvari til Hassan Rouhani, sum í gjár ávaraði amerikanska uttanríkisráðharran, Mike Pompeo, um, at møguliga verður Hormuz-sundið stongt, um USA heldur fram "at spæla við halana hjá leyvuni".

Les eisini: Hóttir við at steingja Hormuz-sundið

Rouhani ávaraði í sjónvarpaðu talu í gjár USA um, at í ringasta føri kann hetta gerast opið stríð við USA.

- Friður við Iran er friður við móður friðin. Kríggj við Iran er kríggj við móður krígsins, segði Hassan Rouhani.

Fáar tímar eftir, skýrdi amerikanski uttanríkisráðharrin, Mike Pompeo, átrúnaðarligu leiðararnar í Iran fyri at vera "tví-skinnaðir heilagir menn", sum leggja risastór ríkidømi undir seg, sum iranski staturin eigur, og samstundis lata teir fólkið líða. 

Hann nevndi sum dømi, at ayatolla Maka-ram Shirazi skal hava forvunnið 100 milliónir dollarar í ólógligum handli við sukri.

Og ovasti andaligi leiðarin í Iran, Ayatolla Ali Khamanei, hevur ein ólógligan trygdargrunn, sum er verdur 95 milliardir dollarar.

- Muturstigið millum leiðararnar í landinum vísir, at Iran verður stýrt av nøkrum, sum meira minnir um mafia enn um eina stjórn, segði Pompeo.

Pompeo segði eisini, at USA fer at stovna sjónvarpsrás á farsimáli.

Tað segði hann við áhoyrarar, meginparturin amerikanarar av iranskum uppruna, sum vórðu møtt í forsetabókasavninum hjá Ronaldi Reagan í Simi Valley í Kalifornia.

Pompeo segði, sambært Reuters, at farsi-rásin skal koyra í 24 tímar í sjónvarpi, útvarpi og á sosialum miðlum, og at iranar í Iran og kring allan heim kunnu hoyra hana.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 2. mai
RagnarRokk: Schmier um Birth of Malice
191321
Fríggjadag 2. mai
Morgunlestur fríggjadagur 2.mai 2025
191016
Hósdag 1. mai
RagnarRokk 1.mai 2025
190925
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 2. mai
KAKUMiKS (5:7)
191336
Hósdag 1. mai
Grønir fingrar (1:3)
191286
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130