Teistin rent á land

Teistin rent á land
Fyribils siglir Sam fyri Teistan. Enn er óvist, nær Teistin verður aftur á Skopunar- og Hestleiðini.
 
04.08.2018 - 10:39


Í gjár rendi Teistin á land í Skopun. 

Hilmar Eliasen, stjóri í Standferðsluni, sigur við Kringvarpið í morgun, at eitt lítið hol kom á skipið, og at tað tí fór at leka eitt sindur. Kanningar skulu tí gerast í dag og væntandi eisini næstu dagarnar, men enn veit stjórin ikki júst, hvussu álvarsligur skaðin er, ella nær Teistin fer at sigla á Skopunar- og Hestleiðini aftur. 

At Teistin ikki siglir merkir, at annað skip skal røkja siglingina. Í gjár sigldi Ternan fyri Teistan, men sambært heimasíðuni hjá Strandferðsluni, røkir Ternan Nólsoyar-siglingina, sum hon skal í dag.

Í staðin verður tað Sam, sum fer at sigla millum Gomlurætt og Skopun og Hest. Sildberin fer síðani at røkja leiðina til Kalsoyar, ímeðan Súlan fer at røkja leiðina til Skúvoyar. Hetta altso tí, at Teistin skal á beding. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Mikudag 30. september
Orðaval #38: Málsøga
214020
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037