- Klaksvíkar kommuna er handlingslammað

- Klaksvíkar kommuna er handlingslammað
Tað sigur Gunvá við Keldu, býráðslimur og annar varaborgarstjóri í Klaksvík, í lesarabrævi.
 
06.08.2018 - 09:20

Góða sambandið millum vinnuna og býráðið í Klaksvík er slitnað.

Tað sigur Gunvá við Keldu, býráðslimur og annar varaborgarstjóri í Klaksvík, í lesarabrævi.

Gunvá við Keldu, sum er í Fólkaflokkinum og minnilutanum í býráðnum í Klaksvík, skrivar, at vandamiklu avleiðingina av at vera  bæði í løgtinginum og borgartjóri síggja vit nú enn einaferð. 

Klaksvík hevur eina býráðsleiðslu, sum einki ger, men stillisliga heldur undan áganginum á vinnuna í Klaksvík. 

Altíð hevur Klaksvíkar býráð verið ein sjálvsagdur og týdningarmikil viðleikari hjá vinnuni, sigur Gunvá við Keldu.

Hetta tykist broytt við sitandi býráðsleiðslu, skrivar hon og finst at Jógvani Skorheim, borgarstjóra, og varaborgarstjóranum, Signhild Johannesen, nú trolarin Sjúrðarberg varð seldur av landinum og 25 menn mistu arbeiðið. 

Gunvá við Keldu finst at tí, sum varaborgarstjórin skrivaði um Sjúrðarberg í einum uppslagi á Facebook. Sambært varaborgarstjóranum er tað eingin vanlukka, at trolarin er seldur, tí skipanir eru, millum annað ALS, sum lofta teimum, sum vóru við Sjúrðarbergi.

Gunvá við Keldu sigur, at hon er púra ovfarin og kløkk av líkasælu borgarstjórans og hugmóðigu útsøgnini hjá varaborgarstjóranum á Facebook.

Tey eiga annars bæði at vera verjar hjá vinnulívinum, sum eigur lívið í kommunukassanum í Klaksvik.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025