Taptu ímóti Svøríki

Taptu ímóti Svøríki
U17 landsliðið hjá dreingjum tapti í gjár 3-0 ímóti Svøríki, og gjørdist sostatt nummar seks av átta í kappingini millum norðurlendsk landslið
 
12.08.2018 - 09:47

Føroyska U17 fótbóltslandsliðið hjá dreingjum gjørdist nummar seks av átta í kapping millum norðurlendsk landslið eftir at teir taptu 3-0 ímóti Svøríki.  Svøríki endaði á fimtaplássinum.

Dysturin ímóti Svøríki í gjár var fjórði dysturin, ið føroyska liðið hevur spælt uppá eina viku.

Í hinum dystunum hava vit tapt 2-1 móti Íslandi, 2-0 móti Norra og ein 1-1 javnleik móti Kina, ið er eitt gestalið í kappingini.

Finalan í kappingini var millum Ísland og Finnland. Ísland vann eftir umdyst og er tí norðurlendskur meistari fyri U17 landslið hjá dreingjum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 3. juli
Morgunlestur
210452
Hósdag 2. juli
RagnarRokk 2.juli 2026
210388
Hósdag 2. juli
HM-tíðindi 2. juli 2026
210436
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210384
Týsdag 30. juni
Veðrið
210360