Fiskidagar betri egnaðir til blandaðan fiskiskap

Fiskidagar betri egnaðir til blandaðan fiskiskap
Poul Michelsen vil síggja ta eftirmeting og umsitingarætlan, sum vinnunevndin setti sum krav, tá kvotur komu fyri fiskidagaskipanina.
 
16.08.2018 - 12:00

Poul Michelsen heldur, at fiskidagaskipanin egnar seg betur til blandaðan fiskiskap undir Føroyum, og tí vil hann fegin síggja ta eftirmeting og umsitingarætlan, sum vinnunevndin setti sum krav, tá tað var samtykt at skifta fiskidagarnir út við eina kvotaskipan. 

- Eg haldi, at eg kann ásanna, at vit eru ikki samd í samgonguni um hatta málið, segði Poul Michelsen í gjár, tá fiskivinnukjak var í Klaksvík í samband við Sjómannadagar.

Hóast landsstýrismaðurin í vinnumálum metir fiskidagaskipanina vera betri egnaða, gjørdi hann greitt, at hetta broytast. Hann segði, at um tað verður mett, at ein kvotaskipan er betri, er tað í lagi at fara frá eini fiskidagaskipan. Tí er týdningarmikið við umsetingarætlanini.

- Eg billi mær inn, at sannføringin liggur í tí, at umsetingarætlanin skal verða grundgevingin undir tí avgerð, sum vit taka, segði hann. 

Arbeiðið er ikki liðugt, men tað er farið í gongd, segði Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, sum kendi seg sannførdan um, at ein pragmatisk loysn kann finnast, til arbeiðið er liðugt. 

Aksel V Johannesen, løgmaður, hevur longu eina ferð útsett skiftið millum fiskidagaskipanina og kvotaskipanina. Tað var á ólavsøku í fjør, at løgmaður segði, at fiskidagaskipanin ikki skuldi skiftast út fyrr enn 1. januar 2019.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 16. mars
Andgletturin
205678
Mánadag 16. mars
Góðan morgun Føroyar
205668
Mánadag 16. mars
Morgunlestur mánadagur 16.mars 2026
205616
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 16. mars
and3 - teknmálstulkað
205687
Mánadag 16. mars
Andgletturin - Javnaðarflokkurin
205676
Sunnudag 15. mars
Andakt
205651
Sunnudag 15. mars
Guðstænasta úr Dals kirkju
205647