Einki tilboð um undangóðkenning

Einki tilboð um undangóðkenning
Tá freistin fór mánadagin, var eingin umsókn um undangóðkenning at byggja, fíggja og umsita íbúðir, bilpláss og fríøki á Frúutrøð.
 
17.08.2018 - 07:32

Einki formligt boð kom, tá Tórshavnar kommuna beyð samtøkum at vera við í undangóðkenningini at byggja, fíggja og umsita íbúðir, bilpláss og fríøki á Frúutrøð.

Men fyrispurningarnir eru nakrir.

Nú fer kommunan at tosa við tey, sum spurdu, fyri millum annað at fáa at vita, hvat helt teimum aftur at bjóða.

Hetta er fyrsta verkætlanin av sínum slagi í Føroyum.

Toymi, sum eru skipað við ráðgevum, byggivinnuni, íleggjarum og eisini fólkum ella fyritøkum, sum kunnu umsita leiguíbúðir, kundu søkja um undangóðkenning, men tá freistin fór mánadagin, hevði eingin søkt.

Annika Olsen, borgarstjóri, heldur, at kanska eru ov nógvar bindingar og treytir eru í verkætlanini.

Tað, millum annað, fer kommunan at spyrja tey um, sum sýna verkætlanini áhuga.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. september
Oyn dyst í senn
213583
Mánadag 21. september
Eitt annað lív
213582
Mánadag 21. september
Poppverturin 17
208471
Mánadag 21. september
Norðurljóð 21.september 2026
213480
Mánadag 21. september
RagnarRokk: Maggy Luyten um You´ve Been Served
212905
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493