Ætla at taka oljuleiting upp aftur í Grønlandi

Ætla at taka oljuleiting upp aftur í Grønlandi
Grønlendska landsstýrið ætlar at leita eftir olju, hesa ferð á landi. Í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2019 eru 48 milliónir settar av til kanningar.
Nú er ætlanin at leita eftir olju á landi í Grønlandi.
Mynd: Steve Morgan // AP  
 
27.08.2018 - 15:04

Grønlendska landsstýrið droymir framvegis um eitt oljuævintýr.

Í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2019 hevur landsstýrið sett 48 milliónir krónur av at kanna, um grundarlag er fyri at leita eftir olju í Diskovíkini.

Í 2014 varð givist at leita eftir olju í Diskovíkini. Tá hevði verið leitað har í átta ár, men einki varð funnið.

Nú er ætlanin at leita á landi, og tí hevur landsstýrismaðurin í vinnumálum, Aqqalu Jerimiassen, betri vónir, skrivar grønlendska kringvarpið. Aqqalu Jerimiassen væntar eisini, at størri áhugi verður at leita á landi.

Tær 48 milliónirnar, sum landsstýrið skjýtur upp at brúka næsta ár, skulu millum annað nýtast til seismiskar kanningar.

Pengarnir eru ikki tøkir, og neyðugt er ikki at umraðfesta onnur málsøki, sigur landsstýrismaðurin í vinnumálum. 

Verður uppskotið um at játta peningin til oljuleiting samtykt, byrjar leitingin í mars næsta ár. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 3. juli
Vikuskiftið 3. juli 2026
210491
Fríggjadag 3. juli
HM-tíðindi 3. juli 2026
210478
Fríggjadag 3. juli
Morgunlestur
210452
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. juli
Veðrið
210489
Mikudag 1. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210384
Týsdag 30. juni
Veðrið
210360