Fiskivinnuráðið tekur ikki undir við Høgna Hoydal

Fiskivinnuráðið tekur ikki undir við Høgna Hoydal
Fiskivinnuráðið tekur ikki undir við ætlanini hjá landsstýrismanninum um at geva reiðaríum við "kyrrahavsloyvunum" toskakvotu á Flemish Kap.
Ósemja er um, hvør skal fáa toskakvotuna á 450 tons á Flemish Kap. Høgni Hoydal vil geva kvotuna til loyvishavarar í Suðurkyrrahavinum, men hesum tekur Fiskivinnuráðið ikki undir við.
 
30.08.2018 - 13:46

Ætlanin hjá Høgna Hoydal at lata 450 tons av nýggjari toskakvotu á Flemish Kap til tey, sum eiga loyvi at royna eftir rossamakreli í Suðurkyrrahavinum, fellur ikki í góða jørð í Fiskivinnuráðnum.

Uppgávan hjá Fiskivinnuráðnum er sambært lóg at ráðgeva landsstýrismanninum í fiskivinnumálum, og ráðið er mannað við fólki úr fiskivinnuni á sjógvi og landi, tó so at landsstýrismaðurin sjálvur velur formannin. 

Føroysk skip hava ikki fiskað rossamakrel í Suðurkyrrahavinum síðani 2010. Tó liva loyvini at fiska framvegis. 

Upprunaliga átti reiðaríið Thor í Hósvík øll trý loyvi, men seinni er eitt loyvi selt til Ocean Group Faroes í Vági.

Fyrr í mánaðinum gjørdu Føroyar og ES eina tvey ára býtisavtalu, har ES fær føroysku kvotuna av rossamakreli í Suðurkyrrahavinum, og Føroyar fáa afturfyri 450 tons av toskakvotu á Flemish Kap.

Hesi tonsini á Flemish Kap skulu, sambært landsstýrismanninum, latast teimum, sum hava kyrrahavskvoturnar.

Boðskapurin frá Fiskivinnuráðnum, sum hevur fingið kunngerðina til hoyringar, er tó ein heilt annar:

- Øll tøk botnfiskarættindi eiga at falla til verandi aktørar í bólki 3, soleiðis at rásarúmið hjá teimum, sum fiska undir Føroyum, verður betri, uttan at tað gongur út yvir verandi smáu fiskastovnar. 

Umboðini fyri Meginfelag Útróðrarmanna, Fiskimannafelagið, Skipara- og Navigatørfelagið og Arbeiðarafeløgini í Fiskivinnuráðnum mæla tí landsstýrismanninum til at lata línuskipunum øll 450 tonsini, sum koma afturat á Flemish Kap.

Eisini undrast feløgini á, at rættindi, sum ikki eru brúkt síðani 2010, í dag kunnu vera grundarlag undir eini tilsøgn um loyvi til fiskiskap á Flemish Kap.

Meginfelag Útróðrarmanna hevur harumframt sítt egna hoyringarskriv, har felagið út í æsir lýsir síni sjónarmið og argumenterar fyri, hví línuskipini skulu fáa kvotuna á Flemish Kap.

Eisini reiðaríið Ocean Group Faroes í Vági hevur gjørt sínar viðmerkingar til kunngerðina. Reiðaríið biður millum annað landsstýrismannin um at býta tey 450 tonsini í helvt millum tey bæði reiðaríini, sum hava kyrrahavsloyvini. Stutt sagt tí at tað loysir seg ov illa at rigga skip til at fiska bara ein triðing av kvotuni, tað vil siga 150 tons.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 23. desember
Jól á Quiztinum 2025
201760
Týsdag 23. desember
Eitt korter við kórsangi
201893
Týsdag 23. desember
Morgunlestur týsdagur 23.desember 2025
201876
Mánadag 22. desember
Norðurljóð 22.desember 2025
201436
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 23. desember
Veðrið
201933
Týsdag 23. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201910
Mánadag 22. desember
Veðrið
201868
Mánadag 22. desember
Havið - Kærleiki umborð
201870
Mánadag 22. desember
Jólapakkin til sjómannin
201863