13 skaldsøgur komnar inn higartil

13 skaldsøgur komnar inn higartil
Á midnátt í kvøld er freistin úti at lata skaldsøgur inn til skaldsøgukappingina hjá Sprotanum og bókahandlarunum
Marjun Syderbø Kjælnes
 
01.09.2018 - 17:47

Fyri 15 mánaðum síðani skrivaðu Sprotin og Bókhandlarafelagið út skaldsøgukapping og á midnátt í kvøld er freistin úti at lata søgur inn til kappingina.

 

Og higartil eru 13 skaldsøgur komnar inn til kappingina, váttar Kári Árting, formaður í Bókhandlarafelagnum. Tá skipað varð fyri slíkari kapping seinast, fyri trimum árum síðani, komu sjey søgur inn.

 

Hann sigur, at hann hevði ikki væntað at so nógvar skaldsøgur komu inn. Og tá er ikki óhugsandi, at onkur kemu.r afturat teir seinastu tímarnar.

 

Seinast var vinningurin 50.000 kr. og hesaferð er hann 100.000 kr. Og Kári Árting útilokar ikki, at økti áhugin kann hava samband við at vinningurin hesaferð er størri.

 

Í dómsnevndini eru fimm fólk. Tey eru Bergljót av Skarði, Pætur M. Dahl, Eileen Anthoniussen, Jonhard Mikkelsen og Bergur D. Hansen.

 

Treytirnar eru, at handritið skal vera á føroyskum, og søgan skal vera í minsta lagi 150 síður á 2.000 eindir við millumrúmi.

 

Ætlanin er at vinnandi skaldsøgan skal verđa kunngjørd á Bókadegnum í Norðurlandahúsinum leygardagin 24. november. Umframt tær 100.000 krónurnar, fær vinnarin eisini útgávusáttmála við Forlagið Sprotan.

 

Seinast skipað varð fyri skaldsøgukapping vann Marjun Syderbø Kjælnes.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 17. september
Tí tú ert kvinna 2:3
213315
Hósdag 17. september
Nýtt ljóð
213419
Hósdag 17. september
Eitt korter við jazzi 17. september 2026
213395
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 17. september
Veðrið
213424
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232