Fara undir grønlendska fiskivinnunýskipan

Fara undir grønlendska fiskivinnunýskipan
Grønlendska landsstýrið fer nú aftur at gera eitt uppskot um nýggja fiskivinnulóg.
 
05.09.2018 - 13:02

Grønlendska landsstýrið fer nú aftur at gera eitt uppskot um nýggja fiskivinnulóg. Tað upplýsir landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Erik Jensen, fyri grønlendskum miðlum.

Landstingið viðgjørdi eitt uppskot um nýggja fiskivinnulóg í heyst, men tað datt burtur, tá val varð útskrivað.

Erik Jensen sigur í einum tíðindaskrivi, at uppskotið, sum nú verður gjørt, tekur støði í málinum, sum datt burtur.

Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum fer næstu dagarnar at hava fund við umboð fyri fiskivinnuna.

Tá fiskivinnulógin var til viðgerðar i landstinginum í heyst, hóttu fleiri reiðarí við at krevja stórt endurgjald frá Sjálvstýrinum. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 7. mai
RagnarRokk 7.mai 2026
207512
Hósdag 7. mai
RagnarRokk: Johnny Gioeli um Shout
207511
Hósdag 7. mai
Eitt korter við
208021
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 7. mai
Sært tú fuglin? III 4:4
207996
Hósdag 7. mai
Veðrið
208040
Mikudag 6. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
207968
Týsdag 5. mai
Veðrið
207947