Ísland veikari uttan makrelsemju við Føroyar

Ísland veikari uttan makrelsemju við Føroyar
Støða Íslands var sterkari, tá Ísland og Føroyar stóðu saman um makrelin, sigur Daði Már Kristófersson, professari í Íslandi.
 
05.09.2018 - 13:08

Tað var betri, tá íslendingar og føroyingar vóru samdir um makrelin. Men tann semjan endaði í 2015, tá Føroyar, Noreg og ES gjørdu semju um makrelin. Semju, sum varar hetta árið afturat.

Ísland er ikki við í semjuni.

Daði Már Kristófersson, umhvørvis- og tilfeingisfrøðingur og professari í Íslandi, sigur við íslendska kringvarpið, at Ísland er verri fyri nú, tí minni makrelur er í íslendskum sjógvi nú.

Tað var óheppið, at Føroyar gjørdu semju uttan um Ísland. Støða Íslands var sterkari, tá Ísland og Føroyar stóðu saman um makrelin, sigur Daði Már Kristófersson.

Formaðurin í vinnunevndini hjá altinginum í 2015, Jón Gunnarsson, segði, at føroyingar stungu íslendingar í bakið, tá teir gjørdu makrelsemjuna við ES og Noreg.

Hildið verður, at kaldari sjógvur sunnan fyri Ísland og í ein útsynning úr Íslandi ger, at makrelurin flytir seg eystureftir. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Hósdag 15. oktober
Nýtt ljóð
214851
Hósdag 15. oktober
Breddin: Fólkaskúlin og tøkni
214809
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655