Skúlafótbóltur í Vági

Skúlafótbóltur í Vági
Føroyskir skúlar fara at kappast í fótbólti
 
18.09.2018 - 11:59

Í heyst fara føroyskir skúlar at kappast í fótbólti í Vági.

Skúlafótbóltur er ein afturvendandi fótbóltskapping, sum verður skipað í Vági hvørt ár í heyst-, vetrar- og várhálvuni.

Kappingin verður í Marghøllini í Vági – og allir fólkaskúlar og miðnámsskúlar í landinum kunnu vera við.

Skúlafótbóltur hevur fokus á tað sosiala, á heilsu, á rørslu og á at fótbóltur er fyri øll, siga fyriskipararnir.

Skúlafótbóltur er fyri árgangirnar frá 1. til og við 9. flokk, umframt 10. flokk og  miðnámsskúlarnir kring landið.

Spælt verður bæði í dreingja- og gentuliðum, og í blandaðum liðum við dreingjum og gentum.

Liðini, sum vinna seg víðari til finaluumfar, skulu spæla á stórum felags finaludegi í Vági fyrst í mai 2019.

Tað er ókeypis at luttaka í Skúlafótbólti.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 21. oktober
Skratsj 21. oktobur 2026
215146
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025