LV: Tunnil til Dals nógv meira átrokandi

LV: Tunnil til Dals nógv meira átrokandi
Samferðslumálaráðið fekk tann 14. juni at vita frá Landsverki, at Dalstunnilin er munandi meira átrokandi enn Fámjinstunnilin, tá talan er um trygd
Tørvurin á einum bergholi til Dals er nógv størri enn til Fámjins, segði Landsverk longu í summar
Mynd: Savnsmynd  
 
25.09.2018 - 13:46

"Landsverk metir, at Dalstunnilin er munandi meira átrokandi enn Famjinstunnilin, tá talan er um trygd og vanda fyri at farleiðin ikki verður tøk í longri tíð.

Vandunum á Dalsvegnum kanst tú sum bilførari ikki verja teg fyri, tað kann ríða undan vegnum og á vegin. 

Veðrið er størsta avbjóðingin á Famjinsvegnum og tí vandanum kanst tú sum bilførari verja teg fyri, serliga nú ein veðurstøð boðar frá um koyrilíkindini á ringasta strekkinum.

Á farleiðini til Famjins mælir Landsverk til heldur at tryggja verandi veg, enn at gera ein tunnil. Um politisk avgerð verður tikin um at gera tunnil til Famjins, mælir Landsverk til, at hann verður raðfestur hjá tunnilstoyminum eftir Dalstunnilin og Tjørnuvíkartunnilin" 

Les alt notatið frá Landsverk her.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 25. september
Breddin: Hækkandi matvøruprísir
213780
Fríggjadag 25. september
Beinleiðis úr Studio 5 - Danny & the Veetos
213778
Fríggjadag 25. september
RagnarRokk: Saeko um Back to Life
212906
Hósdag 24. september
RagnarRokk 24.september 2026
213255
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602