Ferð á byggivinnuni

Ferð á byggivinnuni
Løntakaratalið í byggivinnuni er nú 100 fleiri enn miðskeiðis í 2008, tá ið sera nógv virksemi eisini var í byggivinnuni.
 
02.10.2018 - 10:52

Sera nógv ferð er á byggivinnuni í Føroyum í løtuni.

Løntakaratalið í byggivinnuni er nú um 2.300 fólk, og hetta er eini 100 fleiri enn miðskeiðis í 2008, tá ið sera nógv virksemi eisini var í byggivinnuni. 

Sambært konjunkturbarometrinum, sum Hagstovan ger, siga næstan allar byggifyritøkurnar, at trot á arbeiðsmegi er størsta avmarkingin fyri at vaksa enn meira um framleiðsluna.

Byggivinnan innflytir arbeiðsmegi fyri at hava møguleika at nøkta eftirspurningin og fyri ikki at missa marknaðarpartar, stendur í Búskaparfrágreiðingini, sum varð løgd fram saman við fíggjarlógaruppskotinum fyri næsta ár. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 1. oktober
Nýtt ljóð
214119
Hósdag 1. oktober
Breddin: Fíggarlógin og vaktarskipini
214095
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Hósdag 1. oktober
Virðislønir M. A. Jacobsens 2026
214129
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026