Lars Olsen ger broytingar

Lars Olsen ger broytingar
Lars Olsen fer at broyta spælskipan til dystin ímóti Kosovo
 
13.10.2018 - 17:13

Hóskvøldið taptu Føroyar 0-3 fyri Aserbadjan, og nógv bendir á, at landsliðsvenjarin, Lars Olsen, tekur avleiðingarnar av tí.

Føroyska liðið vandi á Tórsvølli seinnapartin í dag, og har fekst ábending um, hvussu spælskipanin fer at síggja út ímóti Kosovo.

Hesaferð fara Føroyar spæla við trimum miðverjum. Teir eru Atli Gregersen, Odmar Færø og Sonni Ragnar Nattestad.

Høgri vongverji verður Gilli Sørensen, og í vinstru síðu spælir Viljormur Davidsen.

Tveir spælarar vera á sentrala miðvøllinum. Teir eru Rógvi Baldvinsson og Hallur Hansson.

Rógvi Baldvinsson verður helst í meira verjukendari útgávu.

Nakað frammanfyri teir spæla René Shaki Joensen og Brandur H. Olsen.

Jóan Símun Edmundsson, sum byrjaði á høgra vongi ímóti Aserbadjan, verður fluttur fram aftur í álopið.

Lars Olsen, landsliðsvenjari, sigur við Kringvarpið, at tankin handan uppstillingina er, at Kosovo skal ikki skora á Tórsvølli í annaðkvøld.

Eydnast tað, skulu Føroyar bara skora eitt mál fyri at vinna dystin.

Føroyar-Kosovo beinleiðis í sjónvarpi og útvarpi

Dysturin millum Føroyar og Kosovo byrjar sunnudagin klokkan 17.00.

Útvarpið sendir frá klokkan 16.00, og sjónvarpið sendir frá klokkan 16.40

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576