Radarin er lívsneyðugur fyri tyrluflúgvingina

Radarin er lívsneyðugur fyri tyrluflúgvingina
Higartil hava tyrlumanningarnar í stóran mun flogið í blindum, sigur leiðarin á tyrlutænastuni
15.10.2018 - 20:32

Nýggi veðurradarin hjá hjá Atlantic Airways fer at gera, at tyrlurnar kunnu flúgva trygt, serliga í sambandi við bjarging og sjúkraflutning um náttina.

Higartil hava tyrlumanningarnar í stóran mun flogið í blindum, tá ið ræður um veðrið.

Tað sigur Hans Erik Jakobsen, leiðari á tyrlutænastuni.

Í innslagnum um nýggja radaran hjá Atlantsflogi í Degi & viku fríggjakvøldið, kundi ein fáa ta fatan, at flogførini hjá Atlantsflogi høvdu verið í vandastøðum orsakað av vantandi radaranum. 

Tað er ikki rætt.

Radarin skal, sum eisini verður greitt frá í hesum innslagnum, brúkast av tyrlunum, og tað vórðu tyrlur, sum stundum høvdu verið í vandastøðum - ikki flogfør.

Haldið okkum til góðar. 

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162
Fríggjadag 2. oktober
Veðrið
214189
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Hósdag 1. oktober
Virðislønir M. A. Jacobsens 2026
214129