- Tíðindi, mentan og ítróttur
Rundferð á Biskupstorgi
Klaksvík í fokus er heitið á tiltaki, sum kommunan skipar fyri í heystfrítíðini. Hvørt gerandiskvøld letur kommunan dyrnar upp fyri nøkrum av stóru verkætlanunum, sum eru í gongd.
Mánakvøldið vórðu so dyrnar latnar upp á Biskupstorgi, har 30 íbúðir eru um at vera klárar. Ósbjørn Jacobsen, arkitektur, greiddi frá miðbýarætlanini og sjálvum Biskupstorginum, áðrenn fólk fingu høvi til at fara runt og hyggja seg um.
Óli Jákup Dragaberg, Jákup Pauli Ziskason og Helena Jakobsen og Berghild Ellingsgaard høvdu øll lagt sær leiðina inn í Biskupstorg at hyggja seg um. Tey standa øll á bíðilista til nýggja íbúð.
Í 2012 skrivaði Klaksvíkar kommuna út kapping um at skapa nýggjan miðbý. Ósbjørn Jacobsen, arkitektur, vann ta kappingina, og áðrenn fólk sluppu inn at síggja íbúðirnar, hevði hann eina framløgu um nýggja miðbýin.
Uttan fyri sjálvan íbúðarbygningin er miðbýartorg, sum er ætlað til millum annað almenn tiltøk.
Steinarnir, sum eru lagdir á torgið, eru upprunaliga frá longu kai í Klaksvík, sum vórðu tiknir upp, tí tað var ikki so lætt at fáast við trol og nót á slíkum undirlagi.
Klaksvíkar kommuna hevur so goymt steinarnar, sum altso nú eru tiknir framaftur og lagdir á nýggja miðbýartorgið.
Arbeiðið við Biskupstorginum hevur drigið út, og fólk eru vorðin ótolin eftir at vita, nær tey fáa tilboð um íbúð.
Jógvan Skorheim, borgarstjóri, í Klaksvík, torir ikki at geva nakað lyfti um innflytingardag, men hann sigur, at um mánaðarskiftið fara Klaksvíkar kommuna og Bústaðir at senda út kunningarskriv við boðum um, nær tilboðini um íbúðir koma og hvat eftir er at gera.
Myndir: Dávur Winther.