Skottilburður á skúla á Krim-hálvoynni

Skottilburður á skúla á Krim-hálvoynni
Í minsta lagi 18 fólk hava latið lív og um 40 eru løstaði av einum álopi á ein skúla á Krim-hálvoynni í Ukreina í dag.
Bjargingarfólk á staðnum.
Mynd: Yekaterina Keizo/Tass  
 
17.10.2018 - 16:36

BBC skrivar í dag, at í minsta lagi 18 fólk hava latið lív, og um 40 eru løstað av einum álopi á ein skúla á Krim-hálvoynni í Ukreina í dag.

Fyrst varð hildið, at ein gassleki var orsøkin til brestin, men tað varð skjótt avsannað, og myndugleikar arbeiddu við ástøðinum um, at ein næmingur var farin inn í skúlan við eini bumbu.

Nú vísir tað seg tó, at talan var um ein skottilburð, og ein 18-ára gamal næmingur, sum gekk á skúlanum, er gerningsmaðurin.

Krim-hálvoyggin hoyrir formliga enn til Ukreina. Russland legði annars økið undir seg í 2014, tá ein fólkaatkvøða í Krim vísti, at ein meiriluti ynskti at hoyra til Russlands heldur enn Ukreina. Stór spurnartekin vórðu sett við um fólkaatkvøðan fór rætt fram.

Viðurskiftini millum Russland og Ukreina eru framvegis ikki komin í rættlag eftir naggatódnina í 2014 og russiskt-stuðlaði tingformaðurin á Krim-hálvoynni, Vladimir Konstatinov, hevur eisini alment sagt, at hann heldur stjórnina í Kiev hava ábyrgdina av álopinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595