Flogbóltur: U17 dreingir vunnu bronsuna

Flogbóltur: U17 dreingir vunnu bronsuna
Føroyska U17 landsliðið vann dystin um bronsuheiðursmerkini
 
18.10.2018 - 14:15

Dreingirnir á U 17 lansliðnum vunnu fyri løtu síðani bronsuna í Norðurevropisku kappingini í flogbólti, NEVZA, sum í hesum døgum er í Ikast í Danmark.

Føroyar vunnu dystin um triðja plássi ímóti Svøríki. Úrslitið bleiv 3-1 til Føroyar, 25-17, 24-26, 25-16 og 25-19.

Finnland og Noregi spæla finaluna í dag klokkan 14.30. Dysturin kann síggjast á volleytv.dk

U17 landsliðið hjá gentum spældi eisini bronsudyst í dag, men tær taptu 1-3 fyri Noregi.

Finalan hjá gentunum verður ímillum Danmark og Finnland.

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 1. juli
HM-tíðindi 1. juli 2026
210394
Mikudag 1. juli
Morgunlestur mikudagur.
210323
Týsdag 30. juni
Ung lesa 1.partur - Rúnaspá
210339
Týsdag 30. juni
HM-tíðindi 30. juni 2026
210331
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210384
Týsdag 30. juni
Veðrið
210360